Nú gongur toran í so nær
Tað plagdu menn taka til, tá lívstráðurin varð kvettur hjá javnaldrandi og yngri. Boðini í gjárkvøldið vóru skelkandi, og í nátt fingu vit boðini um, at Vár var farin í annað ljós at vera. Bert 62 ára gomul.
Vit sum frá ungum hildu, at Føroyar skuldu skipast sum ein republikk, lósu av góðum grundum avísina 14. September. Erlendur var, sum Sofus Olsen tók til, primus inter pares, men Ólavur Michelsen moderniseraði blaðið sum blaðstýrari og var floksins oddviti í Tórshavnar býráði í mong ár.
Vár var elsta dóttir Ólav og Katrina av fimm systrum, og hóast hon var nakað yngri enn eg, var hon eyðsýnd í høvuðsstaðarmyndini, tá vit bygdadreingir komu til Havnar í skúlaørindum. Vit, sum fingu eitt ítróttarlív í Neistanum tey árini, minnast hana sum málverja og ein ómetaliga entusiastiskan fjeppara hjá felagnum síðani.
Fótbólturin fylti eisini nógv, serliga eftir at hendinga evnaríki sonur hennara, Ólavur, sum eg altíð helt vera eina føroyska útgáva av Wayne Rooney á HB-liðnum hann leikti við og dugnaði so væl, gjørdi um seg kring landið tey árini.
Vár stóð frá barni av undir liðini á tí politisku hugsjón, sum foreldur hennara mettu vera hina einastu røttu fyri føroyska fólkið, at vit í øllum lutum skipaðu okkum soleiðis, at vit, og bara vit, áttu rættin og ábyrgdina av egnum landi. Kortini gjørdist hon ikki politikari.
Móðurmálið var hennara áhugi, og móðurmálið gjørdist eisini hennara gerandisdagur. Á tí mótinum hevur hon gjørt stórverk.
Á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn skrivaði hon spesiali um skaldskapin hjá Magnusi Dam Jacobsen. Tá eg fylti 50, gav hon mær eitt tvítak av ritgerðini í føðingardagsgávu. Seinri skrivaði hon eina Phd um móðurmálið og frálæru.
Á vári 2019 var mentanarvika í Runavíkar kommunu, og eitt evni var skonnartin Kongshavn.
Jóanes Nielsen, rithøvundur, og Vár í Ólavsstovu hildu fyrilestrar um skonnartina og skaldskapin. Jóanes hevði verið dekkari við skonnartini, og Vár hevði skrivað um skaldskapin. Fagnaðurin var stórur í tí stóru mannfjøld, sum møtt var í Bylgjuni í Runavík. Sama kvøld fingu vit ein góðan døgverða á Sjómansheiminum, lagið var gott, prátið gekk lystiliga, og, so segði hann, tað var í tøkum tíma.
Vár er nú farin í annað ljós at vera, og eftir sita Sakaris, Ólavur, kona hansara og ommusonurin Julian, Katrin, systrar og fjølskylda við góðu minnunum um eina konu, sum í gerandisdegnum var virkin í áhugamálum og arbeiði til seinasta andadrátt.
Takk fyri tað tú gjørdi fyri tjóðina, móðurmálið og vinkonurnar í bindiklubbanum, sum nú syrgja teg sáran.
Mátti hin Almáttugi tikið sær væl av tær í himneska bústaðnum.
Vár er farin í annað ljós Vár er farin í annað ljós
Tórbjørn Jacobsen skrivar minningarorð um Vár í Ólavsstovu, sum andaðist náttina til leygardagin 13. februar 2021
Tórbjørn Jacobsen
13. februar 2021 kl. 22:46
Mest lisið
Mest lisið hesa vikuna
Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági
15. oktober kl. 07:54
Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu
14. oktober kl. 12:06
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
14. oktober kl. 20:57
Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði
14. oktober kl. 17:53
Hjólini eru farin út av vegkantinum
15. oktober kl. 14:22
Video: Filmur av illveðrinum í dag
14. oktober kl. 20:25
Fleiri tíðindi
Tíðindi
48 nýggj vinnustykki liðug á Ovara Hjalla
10 minuttir síðan
Fótbóltur
Heimaliðið takkaði fyri seg við stórsigri á Vágseiði
32 minuttir síðan
Hondbóltur
VIDEO: Skövde eru ósigraðir í fýra teimum seinastu dystunum
55 minuttir síðan
Tíðindi
Hava fingið kirkjustovu í Kollafirði
1 tími síðan
Tíðindi
Spara 14,7 mió: Sjey til átta størv hvørva á sjúkrahúsum
3 tímar síðan
Tíðindi
Zelenskyj og Hákun kongur umrøddu burturflutt ukrainsk børn
3 tímar síðan
Tíðindi
Uppliv gleðina við føroyskum fólkadansi
4 tímar síðan
Tíðindi
Wenzel fær BMW – men noyðist at sleppa Volvo
5 tímar síðan
Tíðindi
Zelenskyj í Noreg til samráðingar um kríggið
5 tímar síðan
Tíðindi
Stórt roykskýggj breiðir seg úr Indonesia
7 tímar síðan
Tíðindi
Nýggj vegleiðing um fótbólt til fólk við diabetes
7 tímar síðan
Tíðindi
Fimm mans handtiknir fyri varðveitslu og deiling av myndum
8 tímar síðan