VIDEO: Final Four hálvfinala Dortmund-Nykøbing Falster 33-35 (Hæddarpunkt) VIDEO: Final Four hálvfinala Dortmund-Nykøbing Falster 33-35 (Hæddarpunkt)
(Video) Síggj hvussu Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster vunnu á Dortmund í hálvfinaluni í Final Four í European League aftaná longda leiktíð og brotskastskapping
Heri Simonsen
13. mai 2023 kl. 20:35
Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen hevur aftur skrivað føroyska hondbóltssøgu.
Hon verður fyrsti føroyski landsliðsleikarin nakrantíð, ið skal spæla eina finalu í einari evropeiskari Final Four kapping.
Liðið hjá Anniku, Nykøbing Falster vann í hálvfinaluni í Graz í Týsklandi á týska liðnum, Dortmund sum var favorittur hjá veddingarfyritøkunum.
Nykøbing Falster vann 35-33 aftaná longda leiktið og brotskastskapping.
HER ber til at síggja hæddarpunkt frá Eurohandball frá minniligu hálvfinaluni í Graz:
Myndin er ikki tøk
BVB-Dortmund-Nykøbing Falster 33-35 (32-22 - 29-29 - 16-12) - Hálvfinala í Final Four í EHF European League
BVB Dortmund : Dana Bleckmann 7, Anna Hausherr 6, Zoe Sprengers 5, Alina Grijseels 4, Lisa Antl 3, Meret Ossenkopp 3, Frida Ronning 3, Maraike Kusian 2.
Nykøbing Falster : Mia Svele 10, Elma Halilcevic 7, Sofie Flader 5, Alberte Madsen 4, Sofie Olsen 4, Nikita Van Der Vliet 4, Marie Sajka 1.