Vilhelm skoraði níggju mál - men Dánjal og ÍBV vunnu

Liðið hjá Dánjali Ragnarssyni koppaði liðnum hjá Vilhelmi Poulsen og Rógva Dal-Christiansen í kvøld

Persónliga gongur framúr væl hjá Vilhelmi Poulsen. Í kvøld skoraði hann níggju mál

Persónliga gongur framúr væl hjá Vilhelmi Poulsen. Í kvøld skoraði hann níggju mál

Tað gjørdist eitt misjavnt føroyinga-kvøld í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Í Reykjavík var føroyinga-uppgerð, har Fram við Vilhelmi Poulsen og Rógva Dal-Christiansen tók móti ÍBV við Dánjali Ragnarssyni.

 

ÍBV vann dystin 32-28. Í steðginum var ÍBV á odda 17-16.

 

Tað var bert ein føroyskur málskjútti í dystinum, og tað var Vilhelm Poulsen sum noteraði seg fyri heili níggju mál í kvøld.

 

Allan Norðberg og Pætur Mikkjalsson skutu eitt mál hvør, og Nicholas Satchwell hevði seks bjargingar í málinum tá lið teirra, KA tapti greitt 21-28 fyri FH á útivølli. Í steðginum var FH á odda 12-9. Íslendsku ítróttarmiðlarnir halda, at talan er um kreppu hjá KA, ið hevur bert fýra stig fyri seks dystir.

 

Leygardagin 10. november verður føroyingauppgerð á Akureyri millum KA og Fram.

 

Sunnudagin 11. november spælir ÍBV á heimavølli móti Afturelding. 

 

Nummar LiðDystirVJTStig
1 Stjarnan550010
2 Valur650110
3 Haukar64119
4 ÍBV54018
5 Afturelding63218
6 FH64028
7 Fram64028
8 KA62044
9 Selfoss51042
10 Grótta50141
11 HK60060
12 Víkingur60060

 

 

 

 

 

Persónliga gongur framúr væl hjá Vilhelmi Poulsen. Í kvøld skoraði hann níggju mál

Persónliga gongur framúr væl hjá Vilhelmi Poulsen. Í kvøld skoraði hann níggju mál