info
Ongi úrslit

Vilhelm toppskjútti hjá Lemvig-Thyborøn við átta málum

Bæði føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini taptu á útivølli í kvøld

Heri Simonsen
2. september 2022 kl. 19:30

Føroyingaliðini í bestu mansdeildini í hondbólti vunnu einki stig í kvøld, tá tey leiktu fyrsta umfarið í kappingini.

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn taptu 30-33 fyri Sønderjyske á útivølli. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-14.

Persónliga gekk tó framúr væl hjá Vilhelmi Poulsen, ið gjørdist toppskjútti hjá Lemvig-Thyborøn við átta málum uppá níggju skotroyndir.

Hákun West av Teigum skoraði trý mál uppá seks skotroyndir, tá hann og liðfelagarnir í Skanderborg Århus taptu 22-24 fyri Fredericia á útivølli. Í steðginum var Fredericia á odda 10-9.

Í øðrum umfarinum 7. september tekur Lemvig-Thyborøn móti Fredericia á heimavølli. Sama kvøld spælir Skanderborg Århus móti Ålborg, ið hevur Mikkel Hansen á liðnum. 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

4 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

4 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

5 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

5 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

6 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

6 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

6 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

7 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

7 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

8 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

8 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

8 tímar síðan