info
Ongi úrslit

Vinnunevndin hartar Helga Abrahamsen

Smittuverja skal ikki fremjast við matstovulóg

Steinar Patursson
4. desember 2020 kl. 12:59
Ein meiriluti í vinnunevndini mælir løgtinginum frá at geva Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum, heimild til aftur at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri smittuspjaðing. Álitið kom úr vinnunevndini í gjár, og í álitinum ger ein samd vinnunevnd greitt, at matstovulóggava er ikki egnað sum smittuverjulóggáva, og at smittuverjulóggáva er heldur ikki ábyrgdin hjá umhvørvis- og vinnumálaráðnum - tann uppgávan liggur undir heilsumálaráðnum. Ein meiriluti í vinnunevndini, Bjørt  Samuelsen,  Bjarni  Hammer,  Henrik  Old  og  Bjarni Kárason  Petersen, taka ikki undir við málinum og mæla tí løgtinginum frá at veita landsstýrismanninum tær heimildir at steingja matstovur og skeinkistøð. Ein minniluti, Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen, tekur undir við málinum við teirri broyting, at heimildin hjá landsstýrismanninum skal ikki fara úr gildi á nýggjárinum, men heldur 1. februar. – Minnilutin [...] vísir  á,  at  um  eitt  smittuútbrot skuldi komið millum jól og nýggjár er neyðugt, at lógin ikki fer úr gildi á nýggjárinum. Tað er tískil skilabetri, at lógin fær gildi fram til 1. februar 2021. Á tann hátt fær landsstýrið eisini tíð og høvi til at fáa tær røttu smittufyribyrgjandi heimildirnar tilvegar. Minnilutin ger kortini greitt í viðmerking, at tað er átaluvert, at landsstýrismaðurin aftur kemur í tingið við tílíkari lóg á hendan hátt. – Undirritaðu   gera   greitt,   at   heimild   verður   latin   hesaferð,   men   skulu smittufyribyrgjandi heimildir fáast frameftir, so er neyðugt at fáa rætta lógarheimild til vega umvegis landsstýrismannin í heilsumálum, siga Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Zelenskyj í ST: - Vit velja ikki at doyggja

36 minuttir síðan
Tíðindi

AI-stjórar ávara ST um váðan við vitlíki

46 minuttir síðan
Tíðindi

Hava aftur leitað í dag - men uttan úrslit

1 tími síðan
Hondbóltur

Sasja er í gongd aftur í bestu sveisisku hondbóltsdeildini

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønlandski lands­stýr­is­for­mað­ur­in: Av­tal­an stað­fest­ir sjálvs­av­gerð­ar­rættin

2 tímar síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir í HØJ máttu lúta fyri Aalborg

2 tímar síðan
Tíðindi

Pensjón, fost­ur­tøka og kopp­set­ing­ar á skránni í Løg­tinginum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann grannauppgerðina - VÍF vann norðuri í Klaksvík

3 tímar síðan
Tíðindi

Harvey Weinstein fær 15 ára fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang

3 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona legði fyri í svensku kappingini við tapi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Vilhelmi reyk úr týsku steypakappingini

4 tímar síðan
Tíðindi

Spyr hví undirvísing í føroyskum ikki er í fleiri økjum

4 tímar síðan