info
Ongi úrslit

Flokk­urin hjá Putin fær 57 pros­ent í fyrstu upp­teljingini

Sameint Russland hjá Vladimir Putin hevur greiða leiðslu á russiska tjóðartingsvalinum. Tá góð 20 prosent av valúrslitunum vóru tald upp, hevði stjórnarflokkurin fingið 57,1 prosent av atkvøðunum.

Eirikur Lindenskov
20. september 2026 kl. 22:15

Stjórnarflokkurin Sameint Russland stendur til ein greiðan sigur á russiska tjóðartingsvalinum.

Tá 20,82 prosent av protokollunum frá valstøðunum vóru tald upp í kvøld, hevði flokkurin fingið 57,07 prosent av atkvøðunum.

Tað vísa ávegisúrslit frá russisku miðvalnevndini.

Kommunistaflokkurin er næststørstur við 14,04 prosentum, meðan Liberaldemokratiski flokkurin, LDPR, hevur 9,31 prosent.

Fimm flokkar standa sambært fyrstu úrslitunum til at koma upp um fimm prosent sperrumarkið og fáa umboðan í Duma'ini.

Úrslitið hjá Sameindum Russlandi er higartil munandi betri enn vallstaðakanningarnar vístu. Ein vallstaðakanning frá VTsIOM gav flokkinum 49,4 prosent, meðan ein onnur kanning gav honum 52,8 prosent.

Fyrsta valið síðani innrásina

Hetta er fyrsta valið til russiska tjóðartingið, síðani Russland gjørdi fullskalaálop á Ukraina í februar 2022.

Vladimir Putin forseti hevur sjálvur lýst valið sum eina roynd av undirtøkuni fyri russisku hermonnunum og politikkinum hjá stjórnini.

Sameint Russland hevði eisini greiðan meiriluta undan valinum. Á valinum í 2021 fekk flokkurin 49,8 prosent av listaatkvøðunum og endaði við 324 av teimum 450 sessunum í Duma'ini.

Enn ber ikki til at siga, hvussu nógv tingfólk flokkurin fær hesaferð.

Orsøkin er, at bara helvtin av teimum 450 tingfólkunum verður vald eftir flokkslistum. Hin helvtin verður vald beinleiðis í einstøkum valdømum.

Avmarkað politisk mótstøða

Valið er farið fram undir politiskum umstøðum, har veruliga mótstøðan móti stjórnini hjá Putin er nógv avmarkað.

Flestu valevni, sum alment eru ímóti krígnum í Ukraina, sluppu ikki at stilla upp. Hinir stóru flokkarnir, sum eru við í valinum, hava eisini í stórum politiskum málum regluliga atkvøtt saman við Sameindum Russlandi.

Valið varð hildið í tríggjar dagar frá fríggjadegi til í dag.

Sambært russisku miðvalnevndini var valluttøkan 56,66 prosent.

Uppteljingin heldur fram í kvøld, og meira fullfíggjað úrslit verða væntað í morgin.

Kelda: Reuters/RBC

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

SMS: EB vann annan dystin á rað

14 minuttir síðan
Tíðindi

Búskapurin hjá Iran er tódnaður undir krígnum

45 minuttir síðan
Lesarabrøv

Miðlastuðulin er politiskt mál – ikki embætismannamál

1 tími síðan
Tíðindi

Løgreglan stovn­ar nýggja fyri­byrg­ingar­eind

1 tími síðan
Tíðindi

AfD vil tosa við allar flokkar um at skipa stjórn

2 tímar síðan
Tíðindi

Vildi heldur havt friðartiltak enn hernaðarvenjing

3 tímar síðan
Tíðindi

Putintrúgvur flokkur fær nærum helvtina av atkvøðunum

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Ríkisfelagsskapurin gevur atgongd til fleiri tvískattaavtalur

3 tímar síðan
Tíðindi

Trygdarskapandi tøkni kann fáa størri leiklut í vælferðini

3 tímar síðan
Tíðindi

AfD størsti flokkur – flokkurin hjá Merz nærum undir sperrumarkinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Bárður: Føroyingar skulu ikki kenna seg ótryggar

5 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarar og djúpvatnstrolarar koma inn at landa í vikuni

5 tímar síðan