info
Ongi úrslit

Vit mugu nýskipa okkara rúsdrekkalóggávu

Bjarni K. Petersen, valevni fyri Framsókn
28. november 2022 kl. 11:14

Lógirnar rundan um rúsdrekka eru sera strangar í Føroyum, samanborið við okkara grannalond. Viðhvørt eru tær nóg strangar – eitt nú aldursmarkið á 18 ár – men á nógvum økjum eru lógirnar ov stirvnar.

Matstovuvinnan hevur stóran tørv á at lóggávan verður liberaliserað. Eisini tey mongu bryggjaríini, sum eru farin at framleiða rúsdrekka, fáa ikki lagt sítt virksemi til rættis vegna stirvna lóggávu, sum ikki tykist at hava nakað skilagott endamál.

Sølubúðirnar í Føroyum eiga at fáa lov til at selja sínar egnu vørur, óansæð um tær eru yvir ella undir 5,8%. Vit eiga eisini at strika einkarættin til innflutning av rúsdrekka hjá Rúsdrekkasølu landsins, soleiðis at tað verður lættari og bíligari hjá matstovum og øðrum at innflyta rúsdrekkavørur. Eg haldi eisini at vit eiga at strika einkarættin til sølu, soleiðis at vanligir handlar kunnu selja øl og vín.

Eisini hava vit eina ov stranga lóg um upplatingartíðir. Matstovur og skeinkistøð eiga at hava møguleikan fyri at hava longri opið – bæði gerandisdagar og í vikuskiftinum.

Eg havi sjálvur lagt uppskot fram um at liberalisera lóggávuna tvær ferðir hetta valskeiðið, men tíverri er Framsókn einasti flokkur, sum ynskir at gera nakað við hetta økið.

Tað er stór undirtøka millum fólk um at liberalisera, men politiska skipanin hevur ikki dirvið at gera nakað við hetta. Men Framsókn vil persónligt og vinnuligt frælsi, og vit eru klár at taka um endan fyri at gera tað lættari hjá vinnuni, og geva álitið og ábyrgdina aftur til borgaran.

Vit halda eisini at vit eiga at gera meira fyri at fyribyrgja rúsdrekkamisnýtslu. Men vit eiga eisini at hava álit á, at borgarin er somikið skilagóður, at hann megnar at liva í einum samfelag, har fólk njóta eitt glas av víni til búffin ella eina øl til fótbóltsdystin.

Bjarni K. Petersen,

valevni fyri Framsókn

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

Í gjár kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Jana og liðfelagarnir taptu óvæntað fyri botnliði

16 minuttir síðan
Hondbóltur

THW Kiel var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

46 minuttir síðan
Tíðindi

Danska húskið eftir kríggið

49 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: U-21 Føroyar-Luksenborg

1 tími síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin finala á Tórsvølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Flogfar á veg til Ísraels neyðlendi eftir neyðsignal

3 tímar síðan
Tíðindi

Fólk og dólgar í Karda­mummu­bý­num frum­sýnd 8. oktobur

3 tímar síðan
Tíðindi

Samstarv, skynsemi og yvirskot

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit gera tað dýrt fyri okkum sjálvi!

5 tímar síðan
Tíðindi

ICES mælir til meira enn tvífalda makrelveiðu

5 tímar síðan
Tíðindi

Russland hóttir Nato við kjarnorkuvápnum

5 tímar síðan
Tíðindi

Avtala um at gera øki í Fuglafirði byggibúgvið

5 tímar síðan