info
Ongi úrslit

Útlendsk skip kunnu fáa størri lut í íslendsku sildini

Týðiligar ábendingar eru um, at íslendska sildin er farin eystureftir saman við norðhavssildini seint um heystið ístaðin fyri at vera verandi eftir, sum hon altíð hevur gjørt

Vilmund Jacobsen
29. november 2026 kl. 18:54

Sterkar ábendingar eru um, at íslendska summargýtandi sildin er við at broyta ferðamynstur. Ein veksandi partur av stovninum leitar sær nú langt eystur úr íslendskum sjóøki og blandast við norðhavssildina.

- Hetta kann føra við sær, at útlendsk uppsjóvarskip í størri mun fara at fiska av íslendska sildastovninum.

Tað skrivar íslendska ríkisútvarpið, RÚV, sum hevur tosað við havlívfrøðingin, Sigurvin Bjarnason, eftir árligu heystrannsóknarferðina hjá íslendska Havgranskingarstovninum.

Seinastu árini hava upp í 25 prosent av veiðini av íslendsku sildini verið á leiðunum langt eystan fyri Ísland, har norðhavssildin vanliga heldur til um heystið.

Í heyst vístu kanningarnar hjá íslendska Havgranskingarstovninum – og tølini frá fiskiflotanum – at heili 55 prosent av sildini á økinum var íslendsk summargýtandi sild.

– Tað, sum er nýtt í hesum, er, at vit hava sterkar ábendingar um, at íslendska sildin er farin eystureftir saman við norðhavssildini seint um heystið ístaðin fyri at vera verandi eftir, sum hon altíð hevur gjørt, sigur Sigurvin Bjarnason við RÚV.

Norðhavssildin er ein felagsstovnur, sum fleiri tjóðir – harímillum Føroyar, Noreg, Ísland, ES og Bretland – býta sínámillum.

Fer íslendska sildin regluliga at blanda seg við norðhavssildina uttan fyri íslendskt sjóøki, fer hetta at geva útlendskum skipum møguleika at fiska meira av íslendsku sildini.

Ein møgulig frágreiðing um høga lutfallið av íslendskari sild eystanfyri er sambært RÚV, at tann stóri 2016-árgangurin av norðhavssild nú er tíggju ára gamal og er við at hvørva úr veiðistovninum.

- Tí er minni til av norðhavssild á økinum í løtuni, sigur íslendski Havgranskingarstovnurin sambært íslendska ríkisútvarpinum.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Send nýskipanarnevndina til hús

Sosialurin hevur sítt egna »Tíðarrit«

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Upptøkur vísa sjógv floyma inn í Jökull

8 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 vann á Hálsi

10 minuttir síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur sítt egna »Tíðarrit«

22 minuttir síðan
Hondbóltur

Føroyar vunnu seg til U18 EM-enda­spælið í summar

48 minuttir síðan
Hondbóltur

Rúnar skoraði heili 11 mál fyri Stoholm

1 tími síðan
Tíðindi

Centerpart­iet styðj­ar Krist­ers­son sum for­sætis­ráðharra

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: Sigrar til H71 og StÍF - Javnleikur millum KÍF og VÍF

1 tími síðan
Tíðindi

GOG heilkiksaði móti botnproppinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønland fær 8,6 ferðir so nógvan stuðul sum Føroyar

2 tímar síðan
Fótbóltur

SV Ried leikti javnt á heimavølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Eisenkot gloppar dyrnar fyri Netanyahu

3 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Mattiasi syrgdi fyri søguligum meistaraheiti til IK Sirius

3 tímar síðan