Centerpartiet fer at atkvøða fyri, at Ulf Kristersson heldur fram sum svenskur forsætisráðharri. Tað segði floksforkvinnan Elisabeth Thand Ringqvist á tíðindafundi sunnudagin, eftir at leiðandi ráðið í flokkinum hevði samtykt at stuðla honum. 36 atkvøddu fyri og 23 ímóti.
– Eftir 77 dagar kann Svøríki endiliga koma víðari, segði Ringqvist sambært SVT.
Kristersson, sum er formaður í Moderaterna, hevur verið forsætisráðharri síðani 2022. Hann kann halda fram, um ein meiriluti í Ríkisdegnum ikki atkvøður ímóti honum. Við stuðlinum frá Centerpartiet eru útlit fyri, at atkvøðugreiðslan mánadagin fellur honum til fyrimunar.
Sverigedemokraterna skulu stuðla stjórnini
Ætlanin er at skipa eina stjórn við Moderaterna, Liberalerna, Centerpartiet og Kristdemokraterna. Hon skal hava stuðul frá Sverigedemokraterna í Ríkisdegnum.
Tað hevur elvt til mótstøðu í Centerpartiet, tí fleiri í flokkinum halda, at tað gevur Sverigedemokraterna ov stóra ávirkan. Ringqvist legði sunnudagin dent á, at Sverigedemokraterna skulu standa uttan fyri stjórnina.
Í einari skrivligari viðmerking til svensku tíðindastovuna TT fegnast Kristersson um avgerðina. Hann sigur, at ein borgarlig miðstjórn kann vera góð fyri Svøríki í einari ófriðarligari tíð.
Andersson fekk ikki skipað stjórn
Reyðgrøna andstøðan hevði ein tepran meiriluta eftir valið, tá Centerpartiet varð roknað uppí. Tí fekk Magdalena Andersson, leiðari í Socialdemokraterna, fyrst uppgávuna at royna at skipa stjórn.
Fyri fimm døgum síðani boðaði hon frá, at samráðingarnar ikki høvdu borið á mál. Sambært Andersson var tað serliga Vänsterpartiet, sum gjørdi samráðingarnar truplar.
Ritzau