Tað gongur ikki væl hjá Stoholm í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Stoholm er næstaftast í deildini við tveimum stigum fyri 13 dystir.
Men tað gongur framúr væl hjá Rúnari Hammer. Í dag skoraði Rúnar heili 11 mál, og hann var greiður toppskjútti hjá Stoholm, ið á útivølli tapti 28-34 (12-19) fyri Odder.
Liðið hjá Juliani J. Kragesteen, Køge var eisini fyri tapið í dag. Køge tapti á heimavølli 25-32 (12-16) fyri Grindsted.
Køge er nummar átta í deildini við 11 stigum.