info
Ongi úrslit

Burn: Sigrar til H71 og StÍF - Javnleikur millum KÍF og VÍF

Tríggir dystir eru leiktir í Burn Mansdeildini

Heri Á. Simonsen
29. november 2026 kl. 17:35

Í høllini á Hálsi suður vann H71 tíggjunda sigurin á rað, tá teir vunnu 36-34 á Kyndli. Í steðginum var støðan 17-16 til H71.

Við sjey málum var Erling Erlendsson toppskjútti hjá Kyndli. Brian Slyne var við átta málum toppskjútti hjá H71.

Í høllini á Skála vann StÍF fyrsta sigurin hetta kappingarárið. Strandingar vunnu 31-24 á EB. Í steðginum var StÍF greitt á odda 17-9.

Símun Johannus Eliasen var við átta málum toppskjútti hjá StÍF. Við seks málum var Silas Larsen toppskjútti hjá EB.

Í høllini í Kollafirði endaði slagið um Norðurstreymoy millum KÍF og VÍF við javnleiki 36-36. Tá fá sekund vóru eftir skoraði Fríði Weyhe til støðuna 36-34 til KÍF. Filip Jojic minkaði beinavegin um munin til støðuna 36-35. Beint undan dystarloki fekk VÍF brotskast, ið Filip Jojic setti í netið til endaligu støðuna 36-36. Í steðginum var KÍF á odda 21-19.

Fríði Weyhe var við 10 málum toppskjútti hjá KÍF. Filip Jojic skoraði heili 14 mál fyri VÍF.

H71 er fremst í deildini við 20 stigum. VÍF hevur 17 stig á øðrum plássinum. Neistin hevur 14 stig, Kyndil hevur 13 stig, og KÍF hevur 11 stig. EB og Team Klaksvík hava fýra stig hvør. StÍF er aftast í deildini við trimum stigum.

HER eru dómaraseðlarnir frá HSF frá dagsins dystum í Burn Mansdeildini:

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Send nýskipanarnevndina til hús

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Fleiri tíðindi

Tíðindi

GOG heilkiksaði móti botnproppinum

48 minuttir síðan
Tíðindi

Grønland fær 8,6 ferðir so nógvan stuðul sum Føroyar

1 tími síðan
Fótbóltur

SV Ried leikti javnt á heimavølli

1 tími síðan
Tíðindi

Eisenkot gloppar dyrnar fyri Netanyahu

1 tími síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Mattiasi syrgdi fyri søguligum meistaraheiti til IK Sirius

1 tími síðan
Tíðindi

Nú verður dýrari at búgva á røktarheimi í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Pólland tapti tvær ferðir fyri Rumenia - møta Føroyum 9. desember

3 tímar síðan
Tíðindi

Landið tekur 60 mió frá SEV – hús­ar­hald­ini hægri elprís

3 tímar síðan
Tíðindi

Vardi ferðafólk í toki við einari steikipannu

4 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Kommunur kappast um barna­fam­ilj­ur: Her fært tú mest fyri pengarnar

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskur fiskur miss­ir markn­að­ar­part til Nor­eg og Ísland

5 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

5 tímar síðan