Í november 1949 gekk hart fyri seg á tingi, tá stuðul til trolararnar var til umrøðu. Sama forsíða umrøddi eisini skattalógina og ætlanina um eitt nýtt ferðafólkaskip millum Føroyar og Danmark.
Í 1966 var fólkatingsval fyri framman, meðan atkvøðurnar frá løgtingsvalinum skuldu fínteljast og samráðingar um landsstýrissamgongu stóðu fyri durum.
Í 1969 vóru tíðindi úr Porkeri, at „Porkeningur“ kom aftur til bygdina. Á somu síðu stóð, at ein smádrongur hevði fingið 100 pund av toski á kaiuni á Tvøroyri.
Í 1975 vístu veiðutølini, at útlendingar høvdu fingið fýra fimtingar av veiðuni undir Føroyum árið fyri. Tvey ár seinni rak línuskipið Stapin á land í Mykinesi og slapp av aftur við egnari hjálp.
Tá Paul Watson var á veg til Føroya í 2010, mælti Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, til at lata hvalirnar svimja framvið, meðan Watson var her.
Í 2012 vísti ein kanning á dagstovnum, at børnini fingu ov nógv sukur og ov lítið av fullkorni og grønmeti.
Í 2013 segði Herborg á Lakjuni Simonsen frá, tá hon átti ein son í sjúkrabili við tunnilsmunnan í Kollafirði.
Í 2019 segði Randi Hjelm Debes úr Vági frá, hvussu hon seldi pløgg og mynstur kring heimin. Ein av troyggjunum hjá henni fór heilt til India.
Við einum haldi fært tú atgongd til at lesa gomlu bløðini í talgilda savninum. Tú kanst tekna hald á arkiv.sosialurin.fo.