Danska stjórnin hevur gjørt eina skattaavtalu við Danska Fólkaflokkin. Sambært avtaluni, sum DR hevur fingið fatur á, verður partafelagsskatturin lækkaður niður í 19 prosent. Miðskatturin og hægsti toppskatturin verða tiknir av, og markið fyri, nær hægri skattur verður goldin av partabrævainntøku, verður stigvíst hækkað til 113.300 krónur.
Danski Fólkaflokkurin fekk sítt krav um lægri avgjald á bensini og diesel við í avtaluna. Avgjaldið lækkar við tveimum krónum fyri liturin í 2027. Samstundis verður ætlaða hækkingin í skrásetingargjaldinum á elbilum útsett í eitt ár.
Avtalan skerjir eisini lestrarstuðulin. Lesandi, sum búgva heima, missa rættin til SU, um foreldrini tilsamans forvinna meira enn umleið 700.000 krónur um árið.
Størsti lættin fer til tey við hægstu lønunum
Sambært útrokningum hjá stjórnini, sum DR vísir á, fáa familjurnar við hægstu lønunum mest burtur úr skattaavtaluni.
Pia Olsen Dyhr, forkvinna í SF og búskapar- og innanríkisráðharri, sigur, at skattaavtalan í sjálvum sær økir um ójavnan. Hon vísir á, at stjórnin í fíggjarlógarsamráðingunum eisini ætlar at hækka skattin á dýrastu bústøðunum og hjá teimum, sum arva mest. Sambært henni fara skattaavtalan og fíggjarlógin samanlagt at minka um ójavnan.