info
Ongi úrslit
Sjálvboðin fáa ein serligan leiklut í norðurlendsku verkætlanini, sum skal styrkja tilbúgvingina í Føroyum og fýra øðrum smáum samfeløgum. (Savnsmynd Sosialurin)

Føroyar við í norð­ur­lendsk­um út­boði um veður­lags­til­búgv­ing

NORA bjóðar út eina verkætlan, sum skal gera tilbúgvingarætlanir fyri fimm smá norðurlendsk samfeløg. Serligur dentur verður lagdur á, hvussu sjálvboðin kunnu hjálpa, tá kreppa rakar.

Eirikur Lindenskov
12. november 2026 kl. 11:54

Hvussu kunnu Føroyar og onnur smá norðurlendsk samfeløg fyrireika seg til álvarsligar hendingar, sum standast av veðurlagnum? Tað skal ein verkætlan, sum NORA hevur boðið út á Keypsportali landsins, kanna.

Verkætlanin fevnir um Føroyar, Grønland, Áland, Ísland og Bornholm. Uppgávan er at kanna, hvørjar hendingar kunnu raka hesi samfeløg, og hvussu tey kunnu bera seg at, eisini í ringasta føri. Úr arbeiðinum skulu koma ítøkiligar tilbúgvingarætlanir og tilmæli, sum kunnu brúkast, tá ein kreppa tekur seg upp.

Ein partur av uppgávuni er at lýsa, hvussu sjálvboðin kunnu skipast og takast við í tilbúgvingararbeiðið. Verkætlanin skal eisini geva teimum fimm samfeløgunum høvi at læra av royndunum hjá hvørjum øðrum.

Søkjast kann um upp í 800.000 krónur til verkætlanina. Tilboð skulu latast inn í seinasta lagi 7. desember klokkan 14. Sambært útboðnum verður vinnarin kunngjørdur 18. desember.

Sí útboðið á Keypsportali landsins

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Danmark lækkar partafelagsskattin niður í 19 prosent

2 minuttir síðan
Tíðindi

Hvussu eru føroysku firðirnir broyttir?

14 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Dómari úr Finnlandi til dystin Slovakia-Føroyar

52 minuttir síðan
Tíðindi

Frá grafikkortum til AI-stjørnu: Nú er Nvidia-stjórin undir trýsti

1 tími síðan
Tíðindi

Jólasøla verður í Verkhúsinum Virkni hetta vikuskiftið

1 tími síðan
Tíðindi

Jarðfeingi bjóðar út keyp av 150 tonsum av CO₂

2 tímar síðan
Tíðindi

Kunnu fáa danska hjálp at finna út­lendsk­ar í­leggj­arar

3 tímar síðan
Tíðindi

Borgarstjórar um­røddu Suður­oyar­tunn­ilin og Smyr­il við løgmanni

4 tímar síðan
Tíðindi

Bilur fór á glið og rakti mótkoyrandi bil

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggja blaðið er tókt á netinum

5 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vann THW Kiel seg í steypafjórðingsfinaluna

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Jákup B fegnast um at vera við landsliðnum aftur

11 tímar síðan