Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vóru mikukvøldið fyri fyrsta tapinum í týsku Bundesliguni hetta kappingarárið.
Á útivølli mátti Kiel lúta 26-32 (9-15) fyri verandi meistarunum, SC Magdeburg. Elias skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál.