Eitt hernaðarligt flutningsflogfar av slagnum An-12 (Antonov) er dottið niður í Kemerovo-regiónini í Russlandi.
Hetta er í útsynningspartinum av Sibiria.
Øll tey 17, sum vóru í flogfarinum, lótu lív, veit russiska tíðindastovan, Izvestia, at siga, og tað er Reuters, sum endurgevur.
Sambært Reuters eru ikki fleiri upplýsingar um hendingina í løtuni.