Kriminell hvítvaska á leið 90 milliardir krónur um árið í Danmark. Tað metir danska Hvidvasksekretariatet í einari nýggjari frágreiðing, sambært Ritzau.
Hvítvasking er, tá pengar frá lógarbroti verða førdir inn í lógliga búskapin, so teir síggja út til at stava frá lógligum virksemi. Sambært frágreiðingini stava pengarnir serliga frá skatta- og MVG-sviki og rúsevnabrotsverkum.
Fyritøkur geva kriminellum fleiri møguleikar
Erik Modin, leiðari í Hvidvasksekretariatinum, sigur, at kriminell í vaksandi mun brúka fyritøkur til hvítvasking. Tað gevur teimum størri fíggjarliga megi og fleiri møguleikar. Samstundis økist vandin fyri, at advokatar, ognarmeklarar, grannskoðarar og aðrir ráðgevar verða misnýttir til endamálið.
Myndugleikarnir fáa bert kunnleika til ein part
Metingin er óviss og byggir á ein útrokningarhátt hjá ST. Við hesum útrokningarhátti verður mett, at upphæddin svarar til umleið 2,7 prosent av donsku bruttotjóðarframleiðsluni. Í fjør svaraði tað til knappar 83 milliardir krónur. Skattaundandráttur er ikki taldur við í metingini hjá ST, og tá mett verður um ta upphæddina, og hon verður løgd afturat, kemur samlaða metingin upp í umleið 90 milliardir krónur.
Seinastu tíggju árini hevur Hvidvasksekretariatið í miðal fingið fráboðanir um illgruna um hvítvasking fyri 50 milliardir krónur um árið. Stovnurin metir tí, at ein partur av hvítvaskingini ongantíð kemur til kunnleika hjá myndugleikunum.
Danska løgreglueindin National enhed for Særlig Kriminalitet (NSK) upplýsir, at hon eisini fer at gera frágreiðingar um hvítvasking í Føroyum og Grønlandi.
Ritzau