info
Ongi úrslit

Nýggjur fylgi­svein­ur hev­ur sent fyrstu mynd­ir­nar av jørðini

Sentinel-3C skal hjálpa granskarum at fylgja við broytingum í høvunum, ísinum og náttúruni. Nú eru fyrstu myndirnar og mátingarnar komnar.

© contains modified Copernicus Sentinel data (2026), processed by ESA
Italia sæst á einari av fyrstu myndunum frá Sentinel-3C. Myndin varð tikin 30. september og vísir økið frá Suðurtýsklandi til Sicilia og sunnara part av Miðjarðarhavinum.
Eirikur Lindenskov
8. oktober 2026 kl. 17:21

Evropeiski fylgisveinurin Sentinel-3C hevur sent fyrstu myndirnar av jørðini. Tær vísa millum annað Italia, arktisku oyggjarnar í Kanada og øki kring Kuba og Bahamaoyggjarnar.

Fylgisveinurin varð sendur upp 15. september og er partur av Copernicus, jarðeygleiðingarskipanini hjá ES.

Sambært evropeiska rúmdarstovninum ESA vísa fyrstu úrslitini, at tólini virka væl. Fylgisveinurin verður tó framvegis royndur og stillaður, og væntandi ganga umleið fimm mánaðir, áðrenn hann verður tikin í fullan rakstur.

Mátar eisini ísin í Grønlandi

Umframt myndir hevur Sentinel-3C sent mátingar av hæddini á innlandsísinum í Grønlandi og av havflatinum í Atlantshavinum og Miðjarðarhavinum.

Mátingarnar skulu hjálpa granskarum at skilja, hvussu ísurin broytist, og at meta um framtíðar broytingar í havstøðuni.

Sentinel-3-fylgisveinarnir eygleiða millum annað hitan og litin á havinum, havstøðuna og tjúkdina á havísinum. Á landi verður fylgt við turki, skógareldum og gróðri.

Upplýsingarnar verða brúktar bæði í veðurforsagnum og til at fylgja við veðurlagsbroytingum.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Norðoyatunnilin skal fyrireika Kalsoyartunnilin

18 minuttir síðan
Tíðindi

Landsfelag Pen­sjón­ista fing­ið punta­kekk frá DAS

1 tími síðan
Ítróttur

Janus Open III

1 tími síðan
Lesarabrøv

Ein sparing á 15 milliónir sum gevur meining

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj skipan um landbúnaðarstuðul

2 tímar síðan
Tíðindi

Gutti Winther gjørdi Føroyar kendar í Washington

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Fólkaflokkurin mótmælir at landsstýrið ger seg inn á sjálvræði hjá Tórshavnar Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Nes kommuna er nú fjølmentari enn Fuglafjarðar kommuna

3 tímar síðan
Tíðindi

Anne Carson fær Nobel­virðisløn­ í bók­mentum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið sum skal spæla tveir dystir móti Eysturríki er úttikið

4 tímar síðan
Tíðindi

Widerøe kosið av vera best í Evropa

4 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Soleiðis vann Slovakia 4-0 á Moldova í okkara bólki

5 tímar síðan