Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, ein skrivligan fyrispurning um sparingar í heilsuverkinum.
Fyrispurningurin er dagfestur í dag, 8. oktober, og tekur støði í teimum sparingum, sum sambært Sirið Stenberg eru fráboðaðar í fíggjarlógini fyri 2027.
Hon vil hava at vita, hvussu stór samlaða sparingin í heilsuverkinum er, og hvussu hon verður býtt á tey ymsu økini. Eisini spyr hon, hvussu nógv størv verða spard burtur ella niðurløgd, og hvussu sparingarnar fara at ávirka sjúklingar, bíðilistar og brúkið av konsulentum.
Nevnir fleiri tilboð og stovnar
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Sirið Stenberg á fleiri øki, sum eftir hennara upplýsingum verða rakt.
Hon nevnir, at serlæknapuljan skal strikast, at tilboðið til kvinnur við barnsburðartunglyndi verður tikið burtur, og at Heilsustýrið verður skert. Harumframt skulu sjúkrahúsini og Heilsutrygd spara.
Sambært løgtingskvinnuni er tørvur á at fáa greiðu á bæði hesum og øðrum sparingum, og hvørjar avleiðingar tær fáa.
Setur spurnartekin við raðfestingina
Sirið Stenberg vísir samstundis á, at í fíggjarlógini verður raðfest at hækka mótrokningarfríu upphæddina hjá arbeiðandi pensjónistum upp í 300.000 krónur og at geva lætta til fólk, sum starvast uttanlands.
Hon heldur, at hetta gevur orsøk til at seta spurnartekin við raðfestingarnar.
Eitt gott heilsuverk, sum framhaldandi kann menna tænastur til fólkið í Føroyum, hevur eftir hennara tykki avgerandi týdning fyri tryggleika og trivnað – og fyri, hvar fólk velja at búgva.
Endamálið við fyrispurninginum er tí at fáa nærri lýst, hvørjar sparingarnar ítøkiliga eru, og hvørjar avleiðingarnar verða.