Tórshavnar havn skal ikki veita tænastur, sum víkja frá avtaluni millum havnina og Strandferðsluna.
Tað hevur havnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu samtykt á fundi í morgun. Málið skal viðgerast á býráðsfundinum seinnapartin.
Í samtyktini vísir nevndin aftur, at kommunan vinnur nógvan pening upp á havnina. Havna-, brúgva- og vørugjøldini eru sambært nevndini sett eftir kostnaðinum av at reka havnina, og inntøkurnar fara til røkt, tænastur og at gjalda lánini fyri útbyggingarnar.
– So ja, Tórshavnar havn hevur inntøkur av skipunum, men tað er avgjørt eingin okursprísur, stendur í samtyktini.
200 metrar bíða eftir SSL
Havnanevndin vísir á, at Strandferðslan er ein góður kundi, sum kemur og fer í miðal 14 ferðir um dagin. Havnin hevur eisini brúkt nógvan pening upp á at tryggja Strandferðsluni góðar umstøður.
Skiparin á Smyrli kann velja millum at leggja at undir Farstøðini og á Molanum, alt eftir ætt og vindi. Tí eru sambært nevndini altíð 200 metrar av kai tøkir til SSL, sum onnur skip ikki kunnu brúka.
Harumframt vísir nevndin á hydrauliska rampu, pullartar, farstøð við ferðafólkatorni og umleið 8.000 fermetrar til bíðirøðir við bilum, farmi og bingjum.
Havnin hevur tí sambært nevndini rætt til og krav upp á avtalaðu gjøldini. Hinvegin er havnin við somu avtalu bundin at veita tænasturnar.
Havnin var framskygdari enn landið
Nevndin setur eisini seinastu havnarútbyggingina í eitt størri samfelagsligt høpi.
Størri farmaskip, skjótari flutningur og altjóða kapping hava broytt farmaflutningin. Meginparturin av farminum kemur nú upp í Havn og í Runavík, og skipini hava færri og styttri kaiatkomur.
Sambært havnanevndini hevði landið verið noytt at byggja eina stóra havn, um Tórshavnar havn ikki sjálv hevði framt útbyggingina. Nevndin heldur uppá, at Havnin var framskygdari enn bæði landið og aðrar havnir.
Útbyggingin hevur eisini givið Strandferðsluni munandi betri pláss á landi og á sjógvi, vísir nevndin á.
Tórshavnar kommuna hevur sent løgtingslimunum eitt mótmælisskriv í málinum. Í samtyktini verður eisini víst á, at býráðið umboðar umleið 44 prosent av Føroya fólki.
Í havnanevndini sita Heðin Mortensen, Guttormur í Skála, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Birgir Nielsen og Kári Johansen.