70.000 løgreglufólk verða í dag send á gøturnar kring Frakland í sambandi við enn eitt umfar av mótmælum.
Tað upplýsir franski innanríkisráðharrin, Laurent Nuñez, sambært tíðindastovuni AFP.
– Koma ófriðarkroppar ella ránsfólk, standa vit klár og bíða eftir teimum, sigur hann.
Hetta er fjórði leygardagur á rað, at mótmæli eru í landinum.
Túsundtals fólk fara á gøturnar at mótmæla millum annað vaksandi livikostnaði og vísa ungum fólki og krøvum um betri útbúgvingarkor stuðul.
Tað eru lestrarfelagsskapir og fakfeløg, sum hava boðað til lóglig mótmæli í miðbýnum í París í dag.
Rørslan Gulu vestarnir hevur áður verið við í samstarvinum, men hevur hesa ferð boðað til síni egnu mótmæli á Place de la Concorde nærindis forsetaborgini í París.
Hetta hóast myndugleikarnir hava bannað mótmælum júst har.
– Vit heita á fólk um í stórum tali at seta seg upp ímóti boðunum, sigur Benjamin Ball, sum er ein av samskiparunum hjá rørsluni, sambært AFP.
Mótmælini hava fyri tað mesta verið friðarlig. Fyrsta leygardagin tók harðskapur tó seg upp.
Tá fóru fleiri enn 500.000 fólk á gøturnar kring landið, og Frakland upplivdi ringasta ófriðin í fleiri ár.
Samanbrestir vóru millum mótmælisfólk og løgreglu, og summi mótmælisfólk rændu handlar og settu eld á almennar bygningar.
Síðani hava mótmælini eisini snúð seg um løgregluharðskap, rættin at mótmæla og betri verju av borgararættindum.
Eisini týsdagin og hósdagin í hesi vikuni vóru mótmæli í fronskum býum.
Frammanundan høvdu franskir lestrarfelagsskapir heitt á lesandi og næmingar um at forða atgongdini til universitet og miðnámsskúlar í landinum.
Krøvini vóru eitt betri útbúgvingarskipan og betri lestrar- og undirvísingarkor.
Kelda: Ritzau