info
Ongi úrslit

Kavafonn – Lena Anderssen klár við nýggjum sangi

“Kavafonn” er heitið á fjórða staklagnum av fyrstu føroyskt mæltu heildarútgávu hjá Lenu Anderssen, sum kemur út í februar 2027.

Eirikur Lindenskov
7. november 2026 kl. 13:40

Lena gav fyrr í ár út lagið “Mín Sál Er Í Góðum Hondum”, sum hevur verið at hoyrt heilt fitt í føroyskum útvarpi.

Um “Kavafonn” sigur Lena: “hetta er ein sangur, sum vit skrivaðu aftan á, vit vóru farin í gongd við útgávuna, men eg gjørdist so glað fyri lagið, at eg ynskti, sangurin skuldi sleppa við – og nú hava vit so valt, at tað skal vera komandi staklagið. Vit valdu at spæla lagið inn live við bara kassaguitara og sangi. Síðani sendu vit upptøkuna til Óla Poulsen, sum legði bass á.” 

“Av teimum fýra sangunum, ið higartil eru útkomnir, brýtir hesin eitt sindur frá. Eg ynskti, at sangurin skuldi geva kensluna av eini konsert upptøku meira enn eini studio útgávu.” 

“Kavafonn” er tøkur á øllum talgildum tænastum frá fríggjadegnum 6. november. 

Hoyr lagið her: https://open.spotify.com/track/2An4QmEyYYCpJzqfhIPMBz?si=72af125a6e8e4d14

Fakta
Kavafonn Orð og Lag: Lena Anderssen & Niclas Johannesen  Framleitt : Niclas Johannesen & Lena Anderssen  Mixað og mastrað: Óli Poulsen  Innspælt í Studio 57 og Fix-n-Mix  Tónleikarar: Lena Anderssen – sang, kór og fingraknips  Niclas Johannesen – guitarar, keyboards og fingraknips  Óli Poulsen – bass, fingraknips, tamborin, guiro.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tætt millum stóru flokkarnar í Nýsælandi

11 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri ferðafólk við Sam enn alt árið í fjør

29 minuttir síðan
Tíðindi

Stór sølustevna á Drelnesi

35 minuttir síðan
Tíðindi

Ísland setur upp radarar, sum finna skip uttan AIS

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Fróði vil flyta 170 milli­ón­ir úr fyri­sit­ing til vælferð

1 tími síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

1 tími síðan
Tíðindi

Tríggir bilførarar fingu klipp við skúlan við Gøtugjógv

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan legði upp í ófrið í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroysk skip fáa meira av íslendskari sild

3 tímar síðan
Tíðindi

Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap

3 tímar síðan
Tíðindi

Vænta nakað av útróðri teir næstu dagarnar

4 tímar síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar tiknir fyri illgruna um rúsdrekkakoyring

4 tímar síðan