Jens Pauli A. Nolsøe/Kári Jespersen
At kapitalistiska vøggan í Føroyum stóð á Tvøroyri, er sum heild semja um, men tað gjørdi føroyska fakfelagsvøggan so sanniliga eisini.
Javnaðarfeløgini í Føroyum vórðu stovnað við støði í teirri europeisku javnaðarrørsluni, serliga teirri donsku. Danski javnaðarflokkurin (Socialdemokratisk Forbund, SDF) var stovnaður í 1871 og var deild av Fyrsta Sosialistiska Internationala 1864. Tey fyrstu árini var flokkurin skipaður inni í fakfeløgunum, men flokkur og fakfeløg vóru skild sundur í 1878. Tó soleiðis, at hesar báðar greinarnar í arbeiðararørsluni g jøgnum viðtøkurnar trygg jaðu sær umboð í leiðsluni hjá hvørjum øðrum. Har umframt varðveittu flokkur og fakfeløg tætt samstarv á øllum stigum. Arbeiðarafeløgini og sosialdemokratíið vóru tvær síður av somu søk.1
Fyrsta floksstevnan hjá danska sosialdemokratínum varð hildin í Gimle-felagshúsi á Frederiksberg í 1876. Her varð samtykt:
...at arbeiði er keldan til alt ríkidømi og alla mentan. Vinningurin av øllum arbeiði skal falla teimum arbeiðandi í lut. Við støði í hesum arbeiðir flokkurin við øllum lógligum amboðum til tess at byggja eitt frítt sosialistiskt samfelag. T.d. loynilig val og valrætt fyri allar borgarar uttan mun til kyn og stætt. Progressivur skattastigi skal setast í verk. Og rætturin at skipa seg í fræls feløg.
Nakrar broytingar vórðu gjørdar í floksstevnuni í 1888: Líkaløn fyri kvinnur og menn. Og tænastufólk m.a. í landbúnaðinum skuldu javnsetast við arbeiðsfólk politiskt og rættarliga.2
Fakfeløgini á Tvøroyri
Fakfeløgini Enigheden 1915 (Fylking 1932) og Fiskepigernes Fagforening 1922 á Tvøroyri vórðu stovnað á sama politikk og virðisgrundarlag sum hjá sosialdemokratisku rørsluni í Europa. Hesi bæði fyrstu fakfeløgini á landi í Føroyum fingu sera stóra undirtøku beinanvegin og mitt í 1920-árunum var limaskarin oman fyri 600 limir tilsamans.3
Eftir fáum árum hevði nevnda fakfelagsrørsla lagt grundarlag undir alt fakfelagsvirksemi á landi í Føroyum. Rørslan gekk á odda at skipa føroyska arbeiðsmarknaðin við lønarsáttmálum og arbeiðsviðurskiftum sum heild. Tað var eingin gamansleikur at standa á odda í fakfelagsrørsluni fyrstu tíðina. Forfólkini vórðu í summum førum ikki biðin aftur til arbeiðis.
Fyrsta gerðabók hjá Fylking 1915 – 1919 er ikki at finna nú. Tí vita vit ikki, hvør var formaður fyrsta árið, men formaður í Fylking desembur 1916 Thomas Michael Strøm siterar 1. grein í lógum felagsins í blaðnum “Virkinum” (felagsblað hjá “Fylking” og “Havnar Arbeiðsmannafelag”, ið kom út 1. desembur 1916):
“Foreningens Formaal er At samle alle indenfor Frodebø Sogn boende Arbejdere til fælles Arbejde for at fremme og værne deres Interesser; at regulere Lønningsforholdene saaledes, at de altid staar i Forhold til vort Arbejde og vores Livsfornødenheder; at afskaffe alt Søndags-, Over- og Natarbejde, som ikke er absolut nødvendigt; at understøtte Medlemmerne under Stridigheder, der måtte opkomme mellem dem og Arbejdsgiverne.” 4
Fyrsta limabókin hjá Fylking frá 1915 – 1918 er varðveidd. Verður samanborið við fyrstu gerðabókina hjá Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag frá 1925 sæst, at samanfall er millum báði stovnarar og limafjøld í báðum feløgunum.
Skipan av javnaðarfeløgum
Havnar Arbeiðsmannafelag hevði síðan stovnan í 1916 javnan samband við Sosial Demokratiið (SDF) í Danmark. Tað sæst í brævi frá SDF til Havnar Arbeiðsmannafelag 30. mei 1925:
“Baade under og efter Krigen (1. Verdenskrig) har vi adskillige Gange faaet Anmodning om at sende en Partifælle til Færøerne for at skabe Tilknytning til vort Parti, ud fra den Betragtning, at det er ganske urimeligt, at der ikke er nøje Samarbejde mellem os og til gensidig Nytte...” “...Vi har derfor tænkt at lade vores Partifælle Hans Nielsen rejse til Færøerne at holde nogle Møder nu i Sommer.”5
Nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag hevði fund við Hans Nielsen tann 16. septembur 1925.
Sum tann fyrsti danski forsætisráðharrin var Thorvald Stauning, sosialdemokratur, í Føroyum fyrst í septembur 1925. Hann helt røður í Havnar Arbeiðsmannafelag og í Løgtinginum 3. septembur. Stauning segði í Løgtinginum m.a. “Paa det kulturelle Område er det vort Ønske, at Færøernes Befolkning skal have Frihed til at indrette sig saaledes som det bedst stemmer med dens Tanker og Interresser.”6
Vitjan Staunings styrkti ivaleyst um undirtøkuna fyri fundarvirkseminum hjá Hans Nielsen.
Javnaðarfelagið í Havn varð stovnað 25. septembur 1925 undir heitinum “Socialdemokratisk Forbund Thorshavn” (SFT). Felagið g jørdist samstundis limur í Socialdemokratisk Forbund i Danmark (SDF). Formaður varð Maurentius Viðstein.7
Fylking hevði 18. juli 1925 fingið boð um, at Hans Nielsen skuldi koma til Føroya og “... 17. september forelaa skr. fra Havnar Arbeiðsmannafelag om, at Hans Nielsen skal komme hertil (Tvøroyri) og holde møde.”8
Fundurin var í arbeiðsmannafelagnum Fylking á Tvøroyri tann 20. septembur 1925. “Folketingsmand Hans Nielsen og Formanden (Jóhannes Guttesen) og næstformanden (Maurentius Viðstein) for Havnar Arbeiðsmannafelag var til stede som udsendinge.
Folketingsmanden holdt Foredrag om Socialisme og opfordrede til at stifte Socialdemokratisk Vælgerforening.” 9
Á fundinum varð bólkur valdur at fyrireika stovningina av javnaðarfelag á Tvøroyri. Limirnir vóru Thomas Michael Strøm skipstimbrari og fv. løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, Frederik Jespersen gartnari, Jógvan Nolsøe (hjá Axali) skipstimbrari, Hans Jacob Lindberg skipstimbrari og Jóan Pauli Vang maskinassistentur.10
Tøku keldurnar vísa onki samband at hava verið millum arbeiðararørsluna á Tvøroyri og danska sosialdemokratíið, áðrenn vitjanina hjá Hans Nielsen.
Javnaðarfelagið á Tvøroyri
Fyrsta gerðabókin hjá Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag (FSJ) 1925 – 1935 er varðveidd. Hon er høvuðskeldan til søgu felagsins fyrstu árini. Byrjað verður soleiðis:
“Javnaðarfundur var settur hin 31. – 10. - 1925 í dansihøllini í Tvøroyra – tungu.
Har skipaðist fundurin soleiðis:
Hr. Strøm bað fundarfólkinum at vera vælkomið, greiddi frá og røddi um arbeiðarans støðu og týdningi í samfelaginum, las upp uppskot til lógtreytir frá Havnarmonnum og fanst at summum.
Síðan segði hr P. M. Dam nøkur orð og manaði til samanhald og ábyrgd manna millum.
Røddu hrr. Strøm og Dam um navn felagsins og mæltu til, at tað skuldi vera føroyskt og viðtikið varð við 40 atkvøðum, at navnið skuldi vera:
Tvøroyra javnaðarfelag.
Vald varð stjórn felagsins. Stjórnarlimir vórðu hesir 7:
Joen (A) Nolsøe 2) Frederik Jespersen 3) Joen Pauli Vang 4) P.M. Dam 5) D. J. Strøm 6) Gustav Gislason 7) H.J. Lindberg. Seinastnevndi var formaður tey fyrstu tígg ju árini.11
Ein 5-mannanevnd varð sett at smíða lógir felagsins, og vórðu hesar samtyktar á eykaaðalfundi 22/11 1925. Tá skifti felagið eisini navn til “Froðbiar sóknar javnaðarfelag”(FSJ).
Á sama eykaaðalfundi var mælt til at brúka part av limag jaldinum til upplýsingargrunn og heitt var á limirnar um at halda sosialdemokratiska tíðarritið “Socialisten.” Tí at “týdningarmikið var at gerast upplýstur vegna sína søk.” Eisini var mælt til at halda “javnaðar álmanakkan hjá dønum.” 12
Tað er vert at geva gætur, at javnaðarfelagið á Tvøroyri limar seg ikki inn í danska sosialdemokratíið. Felagið á Tvøroyri g jørdist straks hitt størsta í Føroyum. Longu seinast í desembur 1925 vóru 168 limir í Froðbiar sóknar javnaðarfelagi, 49 kvinnur og 119 menn.13
Merkisvert er stóra talið av kvinnum í felagnum. Hetta er helst eindømi í politiskum feløgum í Føroyum tá.
Kommunu- og fólkatingsval
Millum fyrstu politisku átøkini hjá Javnaðarfelagnum var
- saman við Fylking og Fiskepigernes Fagforening - at stilla upp felagslista til kommunuval á Tvøroyri 17/2 1926. Enn einaferð sæst, at Javnaðarfelagið og arbeiðarafeløgini eru tvær síður av somu søk. Tilsamans vóru 249 fólk á vali og av hesum fekk listin hjá fakfeløgunum og FSJ 62 atkvøður og 2 av 7 umboðum vald í kommunustýrið, H.J. Lindberg og P.M. Dam.14
Til fólkatingsvalið í 1926 stillaði Maurentius Viðstein í Havn upp fyri “Socialdemokratiet” í Føroyum. H.J. Lindberg, J.P. Vang og Andreas Olsen úr Froðbiar sóknar Javnaðarfelag vóru millum stillararnar. Maurentius fekk 1019 atkvøður av 4124. Valúrslitið á Tvøroyri vakti ans. Andras Samuelsen fyri sambandsflokkin, ið annars bleiv valdur, fekk 80 atkvøður; Janus Djurhuus, uttanflokka, fekk 22 atkvøður; men Maurentius Viðstein fekk 212, t.e. 2/3 av atkvøðunum á Tvøroyri.15
Føroyar við eygunum hjá Hans Nielsen
Hans Nielsen sigur í frágreiðing frá Føroyaferðini í 1925, at føroyingar eru fátækir, sera tiltalandi, fittir, kanska eitt sindur smædnir, men kemur tú teimum nærri, eru teir hjálpsamir, sum fátækt fólk altíð er. Næstan ongar sosialar lógir eru í Føroyum, sigur Hans Nielsen, tí Løgtingið hevur ikki ráð og neyvan hug til tess. Gamla lógin um ellisrentu er enn galdandi: Tey gomlu í Havn fáa 150 kr um árið. Men á bygd bara 50 – 100 kr..
Føroyar eru eitt fiskisamfelag. Á hvørjum ári í februar fara 3000 mans við slupp til Íslands at fiska. Fiskimannakor eru vónleys. Keypmenninir eiga og útgera skipini. Teir taka við veiðuni, tá skip koma aftur og avgera sjálvur prísin, teir lata. Lagt kann verða afturat, at fiskimenn hava frábýtisrætt, men nýta hann sjáldan. Fiskimaðurin er í lummanum á keypmanninum, tí um veturin fær hann vøru upp á borg. Lívið umborð á sluppunum er ongin stuttleiki. Norðuratlantshavið er kalt við ódnarstormum. Fiskimaðurin tjenar 700 – 800 kr árliga.
Veðrið á sjónum tekur tíðliga teir bestu menninar. At hugsa sær, at tað eru 800 einkjur í einum fólki, ið telur bara 23.000.”
Vert er at nevna, at hesa tíðina var hættisliga nátasjúkan eisini farin at ganga. Nógvar kvinnur doyðu av nátasjúkuni, og 80% av øllum barnakonum, sum fingu sjúkuna, doyðu. Eisini herjaði herviliga tuberklasjúkan í Føroyum.
“Einans tá ið tað var grindaboð kom lív í. Hetta hendi, tá ið Hans Nielsen var í Vági at halda fund. Róp kom í, dyrnar vórðu skryktar upp, allir menn tustu til bátarnar, og skúlabørn fingu frí. Ein grind upp á 800 hval varð funnin. Ein miðal hvalur gevur uml. 500 – 600 pund av reyðum vælsmakkandi tvøsti. Tvøstið verður har umframt skift til alt fólkið. Mangt eitt fátækt heim kann við hesum fáa mat til allan veturin. Men henda dagin legði grindin ikki beinini. Hon slapp. Hetta gjørdist ein sorgardagur”. 46
Keldur
1 Arbejderbevægelse, 1872-1940. Danmarkshistorien.dk senest broytt 18.02.2026. https://danmarkshistorien.lex.dk/Socialdemokratiet,_1871https://lex.dk/Socialdemokratiet
2 https://danmarkshistorien.lex.dk/Gimleprogrammet,_6.-8._juni_1876
3 Limabøkur Fylkingar 1915-1918. a01 – L0001 og Fiskepigernes Fagforening 1922-1924,1925-1947. a01 -L0002. Tvøroyrar Skjalasavn.
4 Virkið, felagsblað hjá “Fylking” og “Havnar Arbeiðsmannafelag”, 1. desembur 1916. (Eintak á Tvøroyrar Skjalasavni). Sum nevnt er gerðarbók Fylkingar 1915-1919 ikki at finna nú, tí vita vit ikki hvør var formaður fyrsta árið 1915/1916. Men í lesarabrævi í Føroyatíðindi 29. jan. 1916 verður skrivað, at formaðurin í Fylking er “svensker”. Limabók Fylkingar 1915-1918 er varðveidd og eftir henni, hevur formaðurin verið antin Carl Julius Cederfeldt, Axel Vilhelm Jønsson ella Anders Wiberg, teir gjørdust allir limir í Fylking í mei 1915. Hesir tríggir vóru saman við fleiri øðrum svium komnir til Tvøroyrar í 1901 at arbeiða í kolinum. (Tvøroyrar Skjalasavn)
5 (Kelda: Bræv frá F. Andersen Foretningsfører og A. Andersen Sekretær i SDF 30.mai, København j.nr. 500/1925, Arbejderbevægelsens Bibliotek og Arkiv, ABA.
6 https://www.dansketaler.dk/tale/til-faeroeernes-lagting
7 Gerðabók Socialdemokratisk Forbund Thorshavn 1925-1980, 25.09.1925. Tjóðskjalasavnið.
8 Gerðabók Fylkingar 1919-1927, 17. sept. 1925. Tvøroyrar Skjalasavn
9 Gerðabók Fylkingar 1919-1927, 20. sept 1925. Tvøroyrar Skjalasavn
10 Dimmalætting 17/10 1925.
11 Gerðabók Froðbiar Sóknar Javnaðarfelags 1925-1935. 22.11.1925. Tvøroyrar Skjalasavn. Avrit.
12 Gerðabók Froðbiar Sóknar Javnaðarfelags 1925-1935. (FSJ) 31.10.1925. Tvøroyrar Skjalasavn. Avrit.
13 Gerðabók Froðbiar Sóknar Javnaðarfelags 1925-1935, 1926 síða 31 og bræv frá DSF 28/12 1925, j.nr. 1091/1925, ABA
14 Gerðarbók Tvøroyrar Kommunu 1924-1927. 19.01.1926 og 03.01.1927. Tvøroyrar Skjalasavn. Avrit.
15 Danmarks Statistik, Folketingsudvalget den 2. december 1926. Statiske Meddelser, 4. Række, 77. Bind, 1. Hæfte. Kbh. Det Statiske Departement, 1927., s. 83-84. og Dimmalætting og Føroyatíðindi des. 1926
16 Gerðabók FSJ 1925-1935. 03.04.1927. Tvøroyrar Skjalasavn
17 Gerðabók FSJ 1925-1935. 04.09.1927. Tvøroyrar Skjalasavn
18 Ibid. 15.10.1927
19 Gerðabók Socialdemokratisk Forbund Thorshavn 19/10 1927. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag (SSJ) 1925-1980. Tjóðskjalasavnið.
20 Brævaskifti millum Javnaðarfelagið í Havn og Socialdemoktatiet í DK. M.S. Viðstein í brævi til Alsing Andersen floksskrivara í Keypmannahavn 15/7 1927, ABA
21 Gerðabók FSJ 1925-1935. 29/10 1927. Tvøroyrar Skjalasavn. Avrit.
22 Gerðabók FSJ 1925 – 1935. 19. novembur 1927. Tvøroyrar Skjalasavn. Avrit.
23 Bræv til Alsing Andersen floksskrivara í DSF, 09.11.927. (ABA).
24 Ibid.
25 Gerðabók FSJ 1925-1935. 3/11 1927. Tvøroyrar Skjalasavn
26 Bræv til Hr. Redaktør M.S. Viðstein frá DSF København 19/11 1927, j.nr. 1192/3, ABA
27 Gerðabók FSJ 1925-1935. 1/12 1927. Tvøroyrar Skjalasavn
28 Gerðabók FSJ 1925-1935. 6/12 1927. Tvøroyrar Skjalasavn