Ein metrovognur, sum tú kallar eftir tørvi – eins og eina lyftu – og sum vanliga kemur innan fáar minuttir.
Hetta er hugskotið, sum føroyski arkitekturin Jóannes Petersen, ið býr í Keypmannahavn, nú leggur fram sum eitt íkast til orðaskiftið um framtíðar samferðsluna til útoyggjarnar.
Hann hevur í fleiri ár arbeitt við hugskotinum um smáar, eldrivnar og sjálvvirkandi undirsjóvarmetroir. Nú Útoyggjafelagið hevur ráðstevnu í Klaksvík um vikuskiftið, hevur hann eisini sent felagnum uppskotið.
– Hugsa tær eina metro undir sjónum, sum tú kanst kalla eftir tørvi – eins og eina lyftu, sigur Jóannes Petersen í skrivinum, hann hevur sent miðlunum.
Málið við hugskotinum er at geva útoyggjunum eitt støðugt samband alt samdøgrið, allar dagar í árinum, óheft av sjóveðrinum.
Sambært lýsingini skulu metroirnar í stóran mun fylgja somu leiðum sum verandi ferjusambond.
Myndin omanfyri vísir møguligar metroleiðir til millum annað Nólsoyar, Mykinesar, Hests og Kolturs umframt í økinum við Svínoy og Fugloy.
Jóannes Petersen heldur, at ein slík loysn kann geva útoyggjunum eitt nútímans og veðuróheft samband, samstundis sum tær varðveita sín serliga samleika, frið og náttúru.
Hann leggur tó dent á, at talan er um eitt hugskot, sum krevur nærri kanningar. Tilfarið er ikki tøkniliga kannað ella projekterað, og bæði tøkni, trygd, kostnaður og rakstur krevja óheftar fakligar kanningar.
Enn er sostatt ikki staðfest, um loysnin ber til tøkniliga ella fíggjarliga.
Endamálið er sambært arkitektinum ikki at finnast at verandi samferðsluætlanum, men at fáa aðrar møguleikar við í viðgerðina, áðrenn avgerðir verða tiknar um framtíðar sambandið til útoyggjarnar.
– Eiga vit ikki eisini at kanna aðrar møguligar framtíðarloysnir, áðrenn vit taka avgerðir um samferðsluna til útoyggjarnar fyri komandi ættarlið? spyr Jóannes Petersen.