Færri enn 4.000 atkvøður skilja teir báðar størstu flokkarnar í Nýsælandi, Labour og National Party, nú nærum allar vanligu atkvøðurnar eru taldar.
Labour hevur fingið 29,36 prosent av atkvøðunum, meðan National Party hevur fingið 29,22 prosent.
Sambært heimasíðuni hjá nýsælendsku valnevndini vóru 99,6 prosent av atkvøðunum taldar stutt fyri klokkan 13 føroyska tíð.
Núverandi forsætisráðharrin, Christopher Luxon, er formaður í National Party. Fyrr í dag segði hann, at ein møguleiki var at skipa næstu stjórnina, skrivar tíðindastovan AFP.
– National Party er enn eina ferð størsti flokkur á tingi, segði hann.
Síðani er støðan tó broytt, og Labour sær fyribils út til at hava lagt seg á odda.
Enn er ikki talan um eitt endaligt ella alment valúrslit. Tað verður ikki kunngjørt fyrr enn 27. november, tá ið serligu atkvøðurnar eisini eru taldar.
Hetta eru millum annað atkvøður frá nýsælendingum uttanlands og veljarum, sum hava atkvøtt uttan fyri sítt egna valdømi. Tær eru ikki við í fyribilsúrslitinum.
Sambært AFP er talan um fleiri hundrað túsund atkvøður, sum kunnu verða avgerandi fyri valúrslitið.
Luxon hevur boðað frá, at hann fer at standa á odda fyri eini skiftisstjórn, til endaliga úrslitið er greitt.
Undirtøkan hjá teimum báðum stóru flokkunum er søguliga lítil. Teir hava ikki megnað at loysa trupulleikarnar við einum trekum búskapi og undirstøðukervi, sum er farið afturúr.
Júst búskapurin, heilsuverkið og høgu bústaðarprísirnir hava verið millum høvuðsevnini í valstríðnum.
Hvørgin av teimum báðum flokkunum hevur fingið nóg nógvar tingsessir til at skipa stjórn uttan stuðul frá smærri flokkum.
Tað viðurkennir formaðurin í Labour, Chris Hipkins.
– Næsta tingið fer at krevja, at vit øll gera neyðsemjur, samstarva og finna felags stev, sigur hann.
– Fáa vit møguleikan at skipa stjórn eftir valið, fara vit beinanvegin til verka, tá ið endaliga úrslitið er greitt.
Kelda: Ritzau