Talan er um part av matrikli 507, sum eftir ætlan skal broytast úr E1-landbúnaðarøki til B18-bústaðarøki.
Broytingin er partur av eini størri dagføring av býarplaninum, sum Runavíkar býráð samtykti á fundi 5. november.
Kommunan hevur ikki upplýst, hvussu nógvir bústaðir kunnu byggjast á økinum.
Uppskotið er lagt fram til almenna viðgerð, og freistin at koma við mótmælum ella broytingaruppskotum er 4. januar 2027.