Alternative für Deutschland, AfD, stendur til at gerast størsti flokkur á deilstatsvalinum í Mecklenburg-Vorpommern í landnyrðingspartinum av Týsklandi.
Ein exit-poll kanning hjá ARD gevur AfD 37 prosent av atkvøðunum. Javnaðarflokkurin SPD, sum situr við stjórnarvaldinum í deilstatinum, fær sambært kanningini 35,5 prosent.
Serliga álvarsamt er úrslitið fyri CDU hjá týska samveldiskanslaranum, Friedrich Merz. Flokkurin stendur bert til 5,5 prosent – beint oman fyri sperrumarkið, sum er fimm prosent.
Verður hetta endaliga úrslitið, er talan um ringasta úrslitið hjá CDU á einum delstatsvali síðani 1949.
AfD hevur sostatt lagt seg á odda á tveimum delstatsvalum innan stutta tíð. Flokkurin fekk 44 prosent í Sachsen-Anhalt fyrr í hesum mánaðinum.
Hóast AfD stendur til at gerast størsti flokkur í Mecklenburg-Vorpommern, merkir tað ikki, at flokkurin sleppur at skipa stjórn. Hinir stóru flokkarnir hava higartil avvíst samstarv við AfD.
Merz kallar úrslitið eina katastrofu
Úrslitið økir trýstið á Friedrich Merz, sum undan valinum longu var undir politiskum trýsti orsakað av framgongdini hjá AfD og ónøgd við nakrar av nýskipanunum hjá stjórnini.
Stutt eftir at exit-poll kanningarnar vórðu kunngjørdar í kvøld, fór Merz á røðarapallin í høvuðssætinum hjá CDU í Berlin.
Har kallaði hann úrslitið í Mecklenburg-Vorpommern eina »katastrofu« og boðaði frá nýggjum nýskipanum.
– Eg taki hesa ábyrgdina á meg, tí eg vil flyta land okkara frameftir, segði Merz sambært AFP.
Eisini var deilstatsval í Berlin í dag. Har stendur vinstriflokkurin Die Linke sambært fyrstu kanningunum til at gerast størstur við 24,5 prosentum. CDU fær 20 prosent og AfD 16 prosent.