Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, uttanríkisráðharri, í samrøðu við Sosialin.
Í vikuni hava norsk og donsk verjuskip verið í Føroyum í sambandi við venjingar, og næstu vikurnar verður eisini virksemi í Vestmanna í sambandi við hernaðarvenjingina Lion Protector 2026.
Uttanríkisráðharrin sigur, at hóast Føroyar ikki hava egnan her, hava vit skyldu at taka lut í fyrireikingunum, sum skulu tryggja samfelagið í eini ótryggari tíð.
Í Sosialinum greiðir Bárður á Steig Nielsen nærri frá, hví hann heldur, at føroyingar skulu fegnast um hernaðarvenjingarnar heldur enn at óttast tær.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.