Tað endaði við 2-0 sigri til heimaliðið, tá ið teir næstbestu hjá HB í dag høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Sigurin ber við sær, at HB er á áttanda plássi við 25 stigum. Í løtuni spælir FC Hoyvík, sum hevur 23 stig, á heimavølli ímóti NSÍ, sum hevur 26 stig.
Í síðsta umfari, sum verður um eina viku, fer HB at spæla ímóti grannunum í B36.
Longu tá ið fimm minuttir vóru farnir, hevði HB skorað bæði málini. Tað fyrra skoraði Jógvan í Skála eftir upplegg frá Silasi Joensen. Hetta var fjórðu ferð í ár, at 18 ára gamli Jógvan í Skála var málskjútti í næstbestu deildini.
2-0 málið skoraði Dánial Mørkøre. Hetta var triðja ferðin í ár, at 18 ára gamli Dánial Mørkøre var málskjútti í 1. deild.
Merkisvert í Gundadali í dag var tað, at Teitur Matras Gestsson vardi HB málið. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at hann er á vøllinum í landskappingardysti. At hann vardi HB málið í dag kemst av, at Bjarti Vitalis Mørk varð útvístur, tá ið besta HB liðið síðsta sunnudag spældi ímóti KÍ. Tróndur Sjúrðarson, sum plagar at verja málið á næstbesta HB liðnum, fer at verja málið, tá ið liðið hjá HB í Meistaradeildini í morgin fer at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.
Í síðsta umfari fer EB/Streymur, sum longu er flutt niður úr næstbestu deildini, at spæla á heimavølli ímóti FC Hoyvík.