Í øðrum bindi av Afturbrá ger Jákup eina ferð aftrat ígjøgnum Norðuroyggar fyri hálvari øld síðan. Hetta er sjaldsama góð skráseting av tilveruni har í landinum tá. Myndirnar lýsa gerandisdagin framúrskarandi væl. Ferðin var ein onnur, stílurin ein annar og dagurin kropsliga strævnari.
Slíka bók átti hvør bygd ella hvørt øki í landinum at átt. Hetta er skráseting, ið hugbindur og fær fólk at práta og minnast og flenna og undrast. Myndirnar fáa alt til lívs aftur, og ein løta, fest í mynd eitt ávíst sekund, fer beinleiðis niður í hugagoymslurnar eftir øðrum minnum at leggja aftrat. Myndin er tann kveikin, ið fær alt hugsandi at birtast aftur til lívs.
Ein stak undirhaldandi og upplýsandi bók. Sprotin gevur út.
Bókaframløga í Varpinum
Afturbrá 2 – Gamlar myndir úr norðoyggjum verður løgd fram leygardagin 21. november kl. 15 í Varpinum í Klaksvík.
Jógvan við Keldu fer at hugna um løtuna við klaverspæli. Jákup fer at varpa myndirnar upp og greiða frá.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Framløgudagin kostar bókin 300 kr. og seinni 348 kr.