Sambært MEGD kann ein lesandi í ávísari familjustøðu fáa 2.836 krónur minni at liva fyri um mánaðin. Autismufelagið heitir á Løgtingið um at burturvísa uppskotið.
Lógaruppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum, um at broyta uppihaldsveitingina hjá fólki í arbeiðsbúgving til eitt skattafrítt lestrarískoyti hevur elvt til harðar atfinningar.
Bæði MEGD og Autismufelagið ávara um, at broytingin kann fáa álvarsligar fíggjarligar og sosialar avleiðingar fyri fólk við breki.
Uppskotið er ein fylgilóg til fíggjarlógaruppskotið fyri 2027 og fevnir um umleið 100 fólk.
Kann missa 34.000 krónur um árið
MEGD vísir í sínum hoyringarskrivi á eitt ítøkiligt dømi úr lógaruppskotinum.
Ein sambúgvandi lesandi við einum barni, sum er undir hægri lestri, kann sambært útrokningini fáa mánaðarligu inntøkuna eftir skatt lækkaða úr 12.747 krónum niður í 9.911 krónur.
Tað er ein minking upp á 2.836 krónur um mánaðin, ella 34.032 krónur um árið, um sami mánaðarmunur verður lagdur til grund fyri eitt heilt ár.
MEGD vísir á, at summi kunnu fáa meira, men at fleiri fáa minni at liva fyri.
Felagið heldur, at avleiðingarnar eiga at verða kannaðar nógv neyvari, áðrenn Løgtingið tekur støðu.
Óttast, at fólk gevast við útbúgving
Autismufelagið er eisini sera atfinningarsamt.
Felagið vísir á, at nógv fólk við autismu hava stóran tørv á fíggjarligari trygd fyri at kunna gjøgnumføra eina útbúgving.
Um tey fáa minni at liva fyri, kann úrslitið verða, at tey gevast við útbúgvingini ella lata vera við at fara undir hana.
Felagið finst eisini at, at uppskotið kann taka burtur møguleikan fyri fíggjarligari kompensatión til fólk við omfattandi arbeiðstarni.
Sambært Autismufelagnum er endamálið við arbeiðsbúgving ikki bara at fáa fólk í útbúgving, men eisini at bøta um tær forðingar, sum brek kunnu hava við sær.
Eftirlønarrættindi verða skerd
Bæði MEGD og Autismufelagið vísa á, at eftirlønargjaldið, sum í dag verður lagt afturat veitingunum, ikki verður lagt afturat nýggja lestrarískoytinum.
Tað kann fáa avleiðingar fyri eftirlønina hjá fólki, sum longu hava avmarkaðar møguleikar at arbeiða og spara upp.
MEGD mælir tí til at varðveita eftirlønarrættindini og gera eina skiftisskipan fyri tey, sum longu eru farin undir útbúgving.
Funnist at manglandi hoyring
Bæði feløgini finnast eisini at mannagongdini.
Tey vísa á, at uppskotið er lagt fram uttan at verða sent til vanliga hoyring hjá teimum feløgum, sum umboða fólkini, ið kunnu verða rakt.
MEGD heldur, at hetta er í stríð við meginreglurnar í altjóða brekrættindasáttmálanum um, at fólk við breki skulu takast við upp á ráð, tá lóggáva, sum viðvíkur teimum, verður fyrireikað.
Autismufelagið heitir beinleiðis á Løgtingið um at burturvísa uppskotið ella í øðrum lagi ikki samtykkja tað.
Sparing upp á 3,5 milliónir krónur
Sambært upplýsingunum í uppskotinum verður mett, at útreiðslurnar til arbeiðsbúgving kunnu minka 3,5 milliónir krónur.
Men MEGD heldur, at hetta ikki er ein nøktandi meting av samlaðu avleiðingunum.
Felagið vísir á, at um fólk gevast við útbúgving ella hava størri tørv á øðrum almannaveitingum og tænastum, kunnu sparingarnar fáa aðrar útreiðslur við sær.
MEGD vil tí hava eina samlaða avleiðingarmeting og krevur, at uppskotið verður endurskoðað í samstarvi við feløgini.
Málið er nú til viðgerðar í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum.