info
Ongi úrslit

Heilsustýrið kannar skíggjanýtslu og heilsu hjá ungum í Føroyum

Heilsustýrið ger í hesum døgum eina umfatandi kanning av skíggjanýtslu, heilsu og trivnaði millum næmingar í 7. og 9. flokki kring alt landið. Talan er um higartil størstu kanningina av sínum slagi í Føroyum. Endamálið er at kanna, hvussu børn og ung brúka skíggjar, og um samband er millum skíggjanýtslu, heilsu og trivnað

Nanný J. Toftegaard
16. november 2026 kl. 13:30

Heilsustýrið skrivar, at skíggjar eru seinastu árini vorðnir ein alsamt størri partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum, bæði í Føroyum og aðrastaðni. Tøkniliga menningin hevur broytt mátan, vit samskifta og eru saman, og bæði børn og vaksin brúka alsamt meira tíð framman fyri skíggjanum.

Fleiri kanningar hava víst, ávís sløg av skíggjanýtslu kunnu hava samband við verri heilsu og trivnað. Serliga verður trupulleikakend skíggjanýtsla sett í samband við verri sálarligan og sosialan trivnað og svøvntrupulleikar hjá børnum og ungum. Tó er tørvur á meira vitan um, hvussu skíggjanýtsla og heilsa hanga saman, eisini í føroyskum høpi.

Úrslitini skulu vera grundarlag fyri átøkum

Úrslitini skulu geva Heilsustýrinum og øðrum viðkomandi pørtum eitt betri fakligt grundarlag fyri at meta um tørvin á fyribyrgjandi átøkum og fyri at veita kunning og vegleiðing um skíggjanýtslu. Samstundis kunnu úrslitini vera við til at skapa eitt meira upplýst alment kjak um skíggjanýtslu millum børn og ung í Føroyum.

Vitanin verður viðkomandi fyri foreldur, lærarar, námsfrøðingar, politikarar og onnur, sum varða av børnum og ungum – og ikki minst tey ungu sjálv.

Ætlanin er at endurtaka kanningina seinni og víðka hana til eisini at fevna um yngri næmingar. Soleiðis verður møguligt at fylgja gongdini í skíggjanýtsluni yvir tíð og kanna, um broytingar síggjast, eitt nú í sambandi við fyribyrgjandi átøk.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

20 tímar síðan

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Viljormur og Odmar vóru við í minniliga novembersigrinum

3 minuttir síðan
Tíðindi

Afturbrá 2 – Gamlar myndir úr Norðoyggjum

32 minuttir síðan
Tíðindi

Fólk við breki kunnu missa 2.836 krónur um mánaðin

58 minuttir síðan
Fótbóltur

Tríggir vilja gerast forseti í Fifa

1 tími síðan
Tíðindi

Søguligur dagur: Kvinnur stýrdu Løgtinginum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ætla at leingja bryggjuna hjá Norrønu í Seyðisfirði

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingið skal við­gera sjúkra­dag­peng­ar, fam­ilju­í­skoyti og skatt í dag

3 tímar síðan
Ítróttur

Borðtennis: 42 leikarar kappaðust á Hálsi

4 tímar síðan
Fótbóltur

Hava ein sigur, tríggjar javnleikir og eitt tap móti Moldova

4 tímar síðan
Tíðindi

Fimm mentan­ar­fel­øg á fund við Fíggjar­nevnd­ina í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

76 milliónir krónur til gransking í kvinnuheilsu

4 tímar síðan
Ítróttur

Høgni vinnur alt

5 tímar síðan