info
Ongi úrslit

Tór-Ingar ætlar sær ikki at flyta niður

Trivaligi heimasigurin á Dungasandi ber við sær at 07 Vestur nú bara er eitt stig frá bjargingini

Jóannes Hansen
10. oktober 2026 kl. 23:29

Tað endaði við 3-0 heimasigri, tá ið 07 Vestur í kvøld hevði vitjan av EB/Streymi. 07 Vestur er framvegis á níggjunda plássi og undir niðurflytingarstrikuni, men nú er tað bara eitt stig fram til Skála ÍF, sum í morgin fær vitjan av NSÍ, og tað eru tvey stig fram til AB, sum í morgin fær vitjan av B36.

Eftir fríspark úr vinstru og eitt sindur av aftur og fram var tað miðvallarin Høgni Egilstoft Nielsen, sum eftir ein hálvan tíma legði 07 Vestur á odda. Hetta var annað málið hjá Høgna Egilstoft Nielsen í ár.

-Nú í vikuni undan vitjanini av EB/Streymi havi eg hitt nógv fólk, sum hava havt á orði, at í kvøld fór talan at vera um lykladyst í royndini hjá okkum at bjarga okkum undan at flyta niður. Og tað sæst á avrikinum, at spælararnir vóru ógvuliga uppsettir og tóku uppgávuna í heilt stórum álvara. Um vit vóru trý mál betri enn EB/Streymur skal eg ikki siga, men tað var eingin ivi um, at okkara avrik var so mikið gott, at sigurin var uppiborin, sigur Tór-Ingar Akselsen, sum av álvara hevur fingið fatur á rætta endanum, síðani hann í 13. umfari fyri fyrstu ferð hevði ábyrgdina av 07 Vestur liðnum. Úrtøkan í 12 dystum er 15 stig, og serliga eftir steðgin í dag sást tað, at vágamenn rokna við møguleikanum, at tað kann fara at eyndast at sleppa undan at flyta niður.

-Ein partur av spælætlanini var at finna pláss aftanfyri verjuna hjá teimum í borðunum. Í vinstru er Jasper Van Der Heyden sera skjótur, og tað er Casper G. Hansen í høgru eisini. Tað vóru teir báðir, sum skoraðu eftir steðgin. At Jasper bara tríggjar minuttir eftir steðgin økti um leiðsluna til 2-0 bar við sær, at tað gekk fyri seg eftir okkara treytum. Tað eru altíð nógvir tvídystir, tá ið vit spæla ímóti EB/Streymi, og vit hava ikki so nógva tíð á bóltinum, men í dag riggaði tað heilt væl, sigur Tór-Ingar Akselsen.

Tíggju minuttir eftir, at Jasper Van Der Heyden í 48. minutti skoraði til 2-0, økti Casper G. Hansen um munin til 3-0, og so megnaði EB/Streymur ikki at svara aftur síðsta stóra hálva tíman.

-Hetta var avgjørt ikki tað, sum vit høvdu ætlað okkum, og nú eru vit í vanda fyri at flyta niður. Hóast Óli Eyðsteinsson Poulsen beinanvegin noyddist skaddur av vøllinum, so sá tað út til at vit fótaðu okkum, men kortini taptu vit ímóti liði, sum var betri enn okkara og sum vildi meiri enn okkara. Vit arbeiddu miðvíst við, at teir ikki skuldu leypa á okkum í bakrúminum í borðunum, og eftir steðgin skoraðu teir tvey mál úr júst hesum støðum, so hetta var ikki okkara dagur. Vit hava tapt tríggjar ferðir ímóti 07 Vestur, sum skal spæla bæði ímóti AB og B68. Vit hava 26 stig, og tað skulu ivaleyst fleiri stig til enn tað fyri at sleppa undan at flyta niður, sigur Sigríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi.

Umframt at EB/Streymur beinanvegin misti Óla Eyðsteinsson Poulsen, so saknaðu teir Gest B. Dam, sum var burturstaddur, og bæði miðverjin Laurits Nørby og vongverjin Virgar Jónsson vóru leikbannaðir.

Annan sunnudag fær EB/Streymur vitjan av HB, og tá fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti NSÍ.

NSÍ

23

14

6

3

47

26

48

KÍ

23

12

9

2

45

21

45

HB

23

12

5

6

44

28

41

Víkingur

23

8

11

4

34

27

35

B36

23

9

8

6

33

28

35

EB/Streymur

24

7

5

12

30

41

26

AB

23

7

3

13

31

42

24

Skála

23

5

8

10

25

37

23

07 Vestur

24

6

4

14

24

41

22

B68

23

4

5

14

24

46

17

Í morgin

B68 – Víkingur: Niklas Petersen kl. 17.15

Skála ÍF – NSÍ: Heini Ziska Viðoy kl. 15.00

HB – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

AB – B36: Dagfinn Forná kl. 17.15

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Simme Musikkhús heldur fram

13 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Vendsyssel tapti á útivølli

21 minuttir síðan
Hondbóltur

TMS Ringsted vann og Mors-Thy tapti

51 minuttir síðan
Tíðindi

12 deyð og fleiri enn 300 særd í Saudi Arabia

1 tími síðan
Hondbóltur

St. Gallen var aftur fyri tapi

1 tími síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: B36 vann á FC Suðuroy

2 tímar síðan
Fótbóltur

Øll vilja hava Ronaldo aftur á landsliðið

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump: - Uppá tíðina at Ukraina fær nýggjan forseta

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Vinnumessan við Tjarnir

3 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

3 tímar síðan
Tíðindi

75 prosent siga nei – nú verð­ur mót­mælt móti laksa­al­ing á Seyðis­firði

3 tímar síðan
Ítróttur

Tóri og Jenny fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi

4 tímar síðan
Tíðindi

Saltfiskur av Bankanum

4 tímar síðan