Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku mansdeildini í hondbólti í dag.
Liðið hjá Paula Hentze Rasmussen (myndin) og Jákupi Egholm, TMS Ringsted vann á heimavølli 32-26 á Nordsjællandi. Í steðginum var Ringsted á odda 20-14.
Talan er um fyrsta sigurin hjá Ringsted í hesum kappingarárinum.
Pauli skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.
TMS Ringsted er næstaftast í deildini við trimum stigum.
Liðið hjá Magnusi Árasyni, Mors-Thy tapti á heimavølli greitt 24-34 (10-17) fyri Sønderjyske.
Magnus skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir, og í eina førinum vann hann bóltin í einari álopsstøðu hjá mótstøðuliðnum.
Mors-Thy er fjórðaftast í deildini við seks stigum.