info
Ongi úrslit

Sev 80 ár í dag

Í dag eru 80 ár síðan Sev var stovnað

Nanný J. Toftegaard
1. oktober 2026 kl. 15:15

Sev skrivar, at upprunaliga vóru 19 kommunur í Streymoy, Eysturoy og Vágum, sum samdust um at stovna elfelagið Sev, harav navnið Sev. Stovningardagurin var 1. oktober 1946, og fyrsta verkætlanin hjá nýggja elfelagnum var Fossáverkið í Vestmanna.

Seinni komu hinar kommunurnar upp í felagsskapin, og seinasta bygd at fáa streymveiting var Múli í 1970.

Hóast Sev er 80 ár, hava vit í Føroyum framleitt elorku í fleiri enn 100 ár. Verkið í Botni í Vági er 105 ár og verkið á Strond í Klaksvík er 95 ár. Bæði hesi verk koyra enn tann dag í dag.

- 80 ár eru liðin. Elorka hevur broytt samfelagið – og er framvegis grundarlagið undir framtíðar broytingum og framburði. Eftirspuringurin eftir el økist alla tíðina, og setir krøv til felagið, eigararnar og starvsfólkini um at fylgja við, og helst vera frammanfyri", segði Haraldur Hammer, nevndarformaður í Sev í røðu síni.

- Arbeiðið fram ímóti eini enn burðardyggari elskipan heldur fram. Tí vit mugu gera av við oljuna, áðrenn hon ger av við okkum. Men fyri at røkka málinum er enn einaferð neyðugt at minna á samstarv og felags ábyrgd."   

Les røðuna hjá Haraldi Hammer. 

"Tað, ið einaferð kendist sum gandur, er í dag ein sjálvsøgd undirstøða hjá øllum. Bara black-outini minna okkum á alternativið", segði Tórbjørn Jacobsen, formaður í kommunufelagnum og nevndarlimur í Sev, í røðu síni fyri Sev. "Stóra uppgávan er og verður at loysa føroyska orkutørvin frá lívrunnum brennievnum, sum eisini eru og vera ein fíggjarlig sleggja. Stóru tøkini liggja tí í vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og kanska kjarnorku."

Les røðuna hjá Tórbirni Jacobsen 'Nú Fossá um oyggjarnar logar'

Les meira um søguna hjá Sev

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

16 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggja vaktarskipið skal kunna verja føroyskar sjókaðalar

19 minuttir síðan
Tíðindi

ST vil hava USA at gevast við royndini at avrætta Christu

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Slovakia á Kasakstan í okkara bólki

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis taptu Elias og liðfelagarnir fyri Magdeburg

1 tími síðan
Tíðindi

20 prosent av ísinum í Sveis er smeltaður eftir fimm árum

2 tímar síðan
Tíðindi

Sangskrivarakapping til Oyggjaleikirnar

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Sendistovan í Ísrael má varðveitast

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt spælipláss í Tjørnuvík

3 tímar síðan
Tíðindi

HS Open verður um vikuskiftið: Fyrsti møguleiki at svimja seg til Betri Oyggjaleikir

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt vaktarskip fyri 300–400 milliónir skal vera liðugt í 2030

4 tímar síðan
Ítróttur

EM í dart við Tjarnir

4 tímar síðan
Tíðindi

Skuldi avrættast - men doyði ikki

4 tímar síðan