Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin endaðu á einum fimta plássi í HM-kappingini fyri felagslið, ið hevur verið leikt í Egyptalandi.
Í dystinum um fimta plássið vann Füchse Berlin 31-27 (17-13) á brasilska liðnum, Pinheiros. Hákun fekk ein málmøguleika, og hann setti hann í netið.
Í innleiðandi bólkaspælinum vann Füchse Berlin 38-18 (20-11) á Burgan úr Kuvait. Í bólkafinaluni tapti Füchse Berlin tepurt 33-34 (19-16) fyri ungarska stórliðnum, Veszprem. Vitandi, at finalumøguleikin var rokin hvíldi venjaran Hákun, Mathias Gidsel og aðrar leikarar til triðja bólkadystinum, ið var móti egyptiska liðnum Al-Ahly. Egyptiska liðið vann dystin 30-27 (16-14).
Hákun og liðfelagarnir fáa tó neyvan svøvnleysar nætur av avrikunum í HM fyri felagslið. Fyri framman eru størri avbjóðingar í heimligu kappingini og í Champions League, ið eru væl prestjufullari kappingar enn HM fyri felagslið.
Leygarkvøldið klokkan 19 hevur Füchse Berlin dyst á útivølli í týsku Bundesliguni móti Bietigheim-Metterzimmern.
Í kvøld klokkan 19 spæla Veszprem og Barcelona finaluna í HM fyri felagslið.