Tá Føroyar fáa nýtt vaktar- og bjargingarskip í staðin fyri Tjaldrið, verður talan um eitt skip við fleiri uppgávum enn teimum, sum føroysku vaktarskipini siðbundið hava røkt.
Tað sæst í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027.
Landsstýrið vísir beinleiðis á broyttu trygdar- og verjupolitisku støðuna í Norðuratlantshavi sum eina grundgeving fyri, at Føroyar hava tørv á einum nýggjum og tíðarhóskandi vaktarskipi.
Nýggja skipið skal millum annað kunna vera við til at verja sjókaðalar og annað kritiskt undirstøðukervi undir sjónum.
Tað er eitt øki, sum hevur fingið alsamt størri trygdarpolitiskan týdning í Norðuratlantshavi seinastu árini.
Skal kunna venja við sameindum
Nýggja skipið skal eisini kunna luttaka í felags venjingum og røkja logistiskar og sivilar uppgávur saman við grannalondum og sameindum.
Hetta kemur samstundis, sum føroyskt sjóøki í september hevur verið karmur um hernaðarvenjingina Lion Protector 2026. Vørn tók lut í venjingini, hóast hvørki Brimil ella Tjaldrið var tøkt. Uppsjóvarskipið Vestmenningur varð tí leigað til endamálið.
Lesið eisini: Nýtt vaktarskip fyri 300–400 milliónir skal vera liðugt í 2030
Eisini norska vaktarskipið KV Jan Mayen var í Føroyum í september og vandi saman við danskari sjóverjutyrlu.
Meira enn bara verjuuppgávur
Nýggja skipið skal tó framvegis røkja tær vanligu uppgávurnar hjá Vørn.
Tað fevnir millum annað um fiskiveiðieftirlit, bjarging og altjóða eftirlitsskyldur, eitt nú í NEAFC.
Harumframt skal nýggja skipið styrkja olju- og umhvørvistilbúgvingina og gera tað møguligt at stytta responstíðina, tá brúk er fyri bjarging.
Tørvurin verður í fíggjarlógaruppskotinum eisini settur í samband við støddina á føroyska sjóøkinum. Tað røkkur umleið 400 fjórðingar úr enda í annan, og í miðal eru oman fyri 100 skip í føroyskum sjógvi hvønn dag.
Føroyska tilbúgvingin hevur verið undir trýsti
Málið um vaktarskipini hevur verið nógv frammi seinastu mánaðirnar.
Í august fekk 50 ára gamla Tjaldrið maskinskaða, samstundis sum Brimil var til ætlað stórt viðlíkahald. Føroyar stóðu tí uttan egið virkið vaktar- og bjargingarskip, og danska sjóverjuskipið Lauge Koch røkti í eitt tíðarskeið uppgávur í føroyskum sjógvi.
Seinni mátti Gøtunes sleipa íslendska farmaskipið Arnarfell, sum fekk maskinskaða 72 fjórðingar úr Akrabyrgi. Skiparin á Gøtunesi segði tá, at støðan ikki var nøktandi fyri eina fiskivinnu- og siglandi tjóð.
Landsstýrið hevur nú samtykt at fara undir projekteringina av nýggja vaktarskipinum. Fýra milliónir krónur verða settar av til endamálið í 2027. Ætlanin er, at skipið, sum fyribils verður mett at kosta 300–400 milliónir krónur, skal kunna handast í 2030.