Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í MKS Gniezno spældu aftur hóskvøldið dyst á heimavølli í bestu pólsku hondbóltsdeildini.
Ígjár vann Gniezno annan sigurin á rað innanfyri tríggjar dagar. Hesaferð gjørdist talan um greiðan 36-26 sigur á Galaychanka Lviv. Í steðginum var Gniezno á odda 18-11.
Annika bjargaði 29 prosent av málroyndunum tann partin av dystinum hon vardi málið. Kappingarneytin, Alexandra Hypka bjargaði 33 prosent av málroyndunum.
Gniezno er fjórðfremst í deildini við níggju stigum.
Komandi mikudag klokkan 17 hevur Gniezno aftur dyst á heimavølli. Hesaferð móti Ruch Czorzow.