Framtíðin hjá Smyrli verður eitt av evnunum á tingfundinum í dag, tá uppskotið um at keypa fýra nýggjar høvuðsmotorar til skipið kemur til fyrstu viðgerð.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram. Sambært tí kann samlaði kostnaðurin vera í mesta lagi 74,4 milliónir krónur.
Ætlanin er at seta motorarnar í Smyril í 2028, tá skipið eftir ætlan aftur skal í dokk. Motorarnir skulu bíleggjast í góðari tíð, tí teir skulu framleiðast til skipið og hava langa veitingartíð.
Í viðmerkingunum verður víst á, at slit og aldur økja um vandan fyri størri brekum næstu árini. Nýggju motorarnir skulu eisini minka um nýtsluna av brennievni og útreiðslurnar til viðlíkahald.
Strandferðslan metir, at íløgurnar í Smyril, bæði tær, sum longu eru gjørdar, og tær ætlaðu, kunnu leingja livitíðina hjá skipinum við 10 til 15 árum.
Eisini fleiri uppskot, sum eru knýtt at fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027, koma til fyrstu viðgerð í dag.
Eitt teirra snýr seg um skattabroytingar. Skotið verður upp at steðga stigvísu minkingini av uttanlandsfrádráttinum og áseta samdøgursfrádráttin til 210 krónur.
Fakfelagssamstarvið
Harumframt verður skotið upp at geva frádrátt fyri fakfelagsgjald. Í 2027 skal frádrátturin vera í mesta lagi 2.000 krónur, og frá 2028 skal hann vera í mesta lagi 4.000 krónur. Talan er um frádrátt í skattskyldugu inntøkuni.
Uppskotið fevnir eisini um heimild at áseta gjald fyri lønarflytingar.
Mørkini fyri familjuískoyti skulu eisini hækkast, stendur tað til landsstýrið.
Fyri støk verður skotið upp at hækka markið fyri inntøkugrundarlagið, har rætturin til familjuískoyti fellur burtur, úr 290.000 upp í 310.000 krónur. Fyri pør skal markið vera 450.000 krónur. Í dag er tað 390.000 ella 410.000 krónur, alt eftir barnatalinum.
Ognarmarkið skal eftir uppskotinum hækkast úr 30.000 upp í 40.000 krónur.
Lestrarstuðul verður somuleiðis á skránni. Tingið skal viðgera uppskot um at hækka inntøkumarkið fyri mótrokning í lestrarstuðlinum. Eitt annað uppskot skal gera tað møguligt hjá fólki í arbeiðsbúgvingarfyriskipan at fáa lestrarískoyti, hóast tey eisini fáa lestrarstuðul.
Heystumfarið av eykajáttanum fyri 2026 kemur eisini til fyrstu viðgerð. Sambært høvuðsyvirlitinum verða eyka útreiðslurnar umleið 31,8 milliónir krónur, meðan eyka inntøkurnar verða umleið 6,5 milliónir. Samanlagt er talan sostatt um umleið 25,3 milliónir krónur í nettoeykaútreiðslum.
Fyrst á dagsskránni eru tó tvey uppskot um yvirtøku av málsøkinum rúsandi evni. Tey koma til aðru viðgerð og verða viðgjørd undir einum. Annað snýr seg um broyting í ræðislógini, meðan hitt snýr seg um myndugleikaflytingarnar, sum fylgja við yvirtøkuni.
Átta lógaruppskot eru á skránni, og tingfundurin endar sum vant við framløgu.