Rasmus Jacobsen av Strondum var fyrsti niðursetumaður í Kolbeinagjógv, har hann setti búgv í 1933. Minnisvarðin í Kolbeinagjógv er reistur til minnis um Rasmus, og einasti vegur í bygdini eitur Rasmusargøta eftir honum.
Soleiðis verður sagt í Sjóvar kommunu í dag.
Kolbeinagjógv er millum tær yngru niðursetubygdirnar í Føroyum, og minnisvarðin heiðrar upprunan til bygdina.
Víst verður á, at Rasmus Jacobsen var tvær ferðir giftur. Konurnar vóru systrar av Oyri. Rasmus var fyri tí óvanligu lagnu, at báðar konurnar doyðu frá nýføddu børnunum.
- Í fyrru giftu fekk Rasmus sonin Elsebert og í seinnu giftu dóttrina Samulinu. Seinnu ferðina vóru tað tvíburðar, men drongurin doyði.
Sagt verður, at tá Rasmus var fluttur til Kolbeinagjógv, tók pápi hansara, Hanus, síni hús á Strondum niður og flutti tey norður í Kolbeinagjógv. Hanus og Elin fluttu í 1934.
At Hanus og Elin fluttu til Kolbeinagjógv, kom at verða ein ómetalig hjálp fyri Rasmus og børnini.
6. mars í ár varð soleiðis skrivað á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu:
"Í seinastu viku var borgarstjórin á ástaðarfundi í Kolbeinagjógv. Ástaðarfundurin snúði seg fyrst og fremst um ætlanina at flyta minnissteinarnar í Kolbeinagjógv, men eisini varð tosa um onnur viðurskifti, so sum ynskið at fáa ein lítlan miðstað mitt í bygdini - á sama øki, har minnissteinarnir skulu standa."
- Nú er økið mest sum liðugt, og halda vit, at tað sær heilt gott út. Jeffrei Berg hevur høgt og málað bókstavirnar av nýggjum, og Hallur Fláaberg hevur gjørt tveir benkur og annars fríðka um økið.
Í Sjóvar kommunu gleðast tey um, at Kolbeinagjógv nú hevur fingið ein miðstað, sum prýðir bygdina.