Naalakkersuisut, grønlendska landsstýrið, hevur fingið kunnleika til fleiri royndir at svika borgarar í sambandi við nýggju endurgjaldsskipanina í snyrilsmálinum.
Millum annað hava fólk fingið fyrispurningar umvegis Messenger.
Landsstýrið heitir tí á fólk um ikki at lata persónligar ella viðkvæmar upplýsingar til fólk, sum seta seg í samband við tey á henda hátt.
– Fólk, sum hava søkt um endurgjald, verða ikki kontaktað umvegis Messenger um umsókn sína, undirstrikar Naalakkersuisut.
Snyrilsmálið snýr seg um grønlendskar gentur og kvinnur, sum uttan vitan og samtykki fingu snyril settan upp av danska statinum frá 1960 til 1991. Eftir at Grønland tók heilsuøkið heim í 1992, helt mannagongdin fram eitt tíðarskeið.
Ein frágreiðing frá 2025 vísti, at minst 4.070 grønlendskar kvinnur høvdu fingið snyril settan upp við árslok 1970.
Fólkatingið samtykti í august, at kvinnurnar, sum eru fevndar av málinum, kunnu fáa 300.000 danskar krónur í endurgjaldi.
Skipanin kom í gildi 1. september, men kvinnurnar hava kunnað søkt síðani 1. juli.
4. september varð upplýst, at fýra tær fyrstu grønlendsku kvinnurnar høvdu fingið endurgjald. Tær fáa 300.000 krónur í part.
Í 2025 søgdu Mette Frederiksen forsætisráðfrúa og Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, umbering vegna Danmark og Grønland fyri leiklutin hjá myndugleikunum í snyrilsmálinum.
/Ritzau/