info
Ongi úrslit

Kunnar seg um møguleikarnar við kjarnorku í Føroyum

– Tað er umráðandi fyri okkum at kanna allar møguleikar, og at fáa ítøkiliga vitan um evnið. Tí hava vit biðið ein serfrøðing í kjarnorku um hesa kanningina”, sigur Heðin Mortensen, formaður í bygginevndini hjá Sev.

Dagfinn Olsen
52 minuttir síðan

Ein partur av arbeiðnum hjá nevndini í Sev er veitingartrygd. Tvs. kanning og viðgerð av, hvussu føroyska elskipan verður framtíðartryggjað, eitt nú við nóg mikið av tryggum mátti at nøkta framtíðartørvin í samfelagnum. Hetta arbeiðið liggur í bygginevndini, har 3 nevndarlimir saman við leiðsluni í Sev sita.

Sum liður í hesum arbeiði, hevur bygginevndin hjá Sev umbiðið eitt upprit frá føroyskum serfrøðingi í kjarnorku, um møguleikarnar við kjarnorku í Føroyum. Gjørt kanningina hevur Johan Pauli Magnussen, sum er Ph.D. innan kjarnorkuvísund og sum starvast fyri UK Atomic Energy Authority.

– Tað er umráðandi fyri okkum at kanna allar møguleikar, og at fáa ítøkiliga vitan um evnið. Tí hava vit biðið ein serfrøðing í kjarnorku um hesa kanningina”, sigur Heðin Mortensen, formaður í bygginevndini hjá Sev.

Í uppritinum kemur Johan Pauli Magnussen inn á fyrimunir, vansar og avbjóðingar við kjarnorku í mun til føroysku elskipanina.

– Vit hava ikki viðgjørt uppritið til fulnar í nevndini enn, men um vit skulu hava eitt sakligt kjak um kjarnorku í Føroyum, er umráðandi at fáa ítøkiliga vitan til vega, og hetta er eitt stig á leiðini, sigur Heðin Mortensen.

Hetta skrivar sev.fo.

 


Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

6 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

9 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

12 tímar síðan

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

8 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ávara um svik í sambandi við endurgjald í snyrilsmálinum

1 minuttur síðan
Lesarabrøv

25 ár síðan 9/11: Vesturheimurin stendur veikari nú

32 minuttir síðan
Tíðindi

Fimti hvør ungur kemur ikki aftur

1 tími síðan
Fótbóltur

Árni hevur skrivað undir nýggjan sáttmála

2 tímar síðan
Fótbóltur

Veðrið argar fótbóltin

2 tímar síðan
Tíðindi

Verri PISA-úrslit fáa Norðurlond at leita eftir felags loysnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Dalstunnilin kostaði 180 mió – leistur brúkast í Tjørnuvík

4 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fundur á Skúlatrøð um Føroyar á tjóðskaparleið

4 tímar síðan
Tíðindi

Løkke varliga bjartskygdur um avtalu við USA um Grønland

4 tímar síðan
Tíðindi

Eykajáttan til Skúlan á Trøðni alt fyri eitt

5 tímar síðan
Tíðindi

Serfrøðingur: Vita vit um serligu skúlatilboðini virka?

5 tímar síðan
Tíðindi

Systir Harald kong av Noreg deyð – gjørdist 94 ár

6 tímar síðan