Í hjartanum av Klaksvík hevur Føroya Bjór verið staðsett, bryggjað og framleitt føroyskar drykkivørur síðani 1888. Fyritøkan er ein av elstu virkandi fyritøkum í Føroyum og eitt av elstu bryggjaríum í Norðurlondum, og hóast søgan er long og siðvenjan sterk, hevur menning verið ein afturvendandi tráður gjøgnum øll árini. Frá ølbrygging í einum kjallara til eitt nútímans framleiðsluvirki við øli, sodavatni, vatni, cider, whisky og sterkum løgum er Føroya Bjór eisini ein søga um føroyskt vinnulív í broyting. Veðrurin, sum stendur á fløskunum, er vorðin eitt av eyðkendastu føroysku búmerkjunum, sum flestu føroyingar kenna.
Í dag er Annika Waag fjórða ættarliðið, sum hevur sína dagligu gongd í fyritøkuni. Hon er sostatt partur av einari beinleiðis familjusøgu, sum røkkur heilt aftur til stovnaran Símun í Vági. - Fyri meg snýr framtíðin hjá Føroya Bjór seg ikki um at velja millum tað gamla og tað nýggja. Heldur snýr tað seg um at halda fast í góðu góðskuni, samleikanum og teimum vørunum, sum fólk kenna, samstundis sum fyritøkan mennir nýggjar vørur og fylgir við tíðini, sigur Annika Waag, virkis og góðskuleiðari.
Frá bakara til bryggjmeistara
Søgan byrjar við at bóndasonurin Símun í Vági, Simon Frederik Hansen, fór til Danmarkar í 1883 fyrst á Vallekilde Háskúla og síðani at læra til bakara, har hann eisini fekk kunnleika til ølbrygging. Í 1888 stovnaði hann Føroya Bjór, og fyrsta ølið varð bryggjað í kjallaranum heima hjá honum í Vági í Klaksvík. Símun var ikki bert bryggjari, men eisini bakari, bóndi, handilsmaður og reiðari og var sostatt partur av einari tíð, tá ið føroyskt vinnulív av álvara fór at mennast og fleiri tóku stig til egið vinnuvirksemi.
Umstøðurnar vóru kortini ikki lættar. Marknaðurin var lítil, flutningsmøguleikarnir avmarkaðir, og lógir settu greið mørk fyri virkseminum. Eftir fólkaatkvøðuna um rúsdrekkalógina í 1907 varð bannað at bryggja øl sterkari enn 2,7 prosent í Føroyum, og hetta hevði stóra ávirkan á framleiðsluna. Kortini helt fyritøkan fram, og tað sigur nakað um evnini at laga seg eftir teimum karmum, sum tá vóru. Tá Símun í Vági doyði í 1935, tók sonurin Einar Waag við. Longu árið eftir varð framleiðslan víðkað við sodavatni, og hetta gjørdist seinni ein týðandi partur av virkseminum.
- At fara undir sodavatnsframleiðslu var eisini ein máti at spjaða váðan upp á og gera fyritøkuna minni bundna at einum einstøkum vørubólki, fortelur Annika. Soleiðis kom Føroya Bjór longu tíðliga í søguni at vera meira enn bara eitt bryggjarí.

Frá bryggjaríi til ídnaðarvirki
Í 1952 varð nýtt bryggjarí bygt á Fornagørðum í Klaksvík, og síðani varð bygt út fleiri ferðir. Tað, sum var byrjað sum lítil framleiðsla í einum kjallara, mentist stig fyri stig til eitt veruligt ídnaðarvirki. Við størri framleiðslu komu eisini størri krøv til góðsku, goymslu, flutning og tøkni, og fyritøkan mátti tí støðugt fylgja við menningini. Hetta kravdi íløgur og eina meira skipaða framleiðslu men legði eisini grundarlagið undir tann vøkstur, sum seinni kom.
Í 1970 tók triðja ættarliðið yvir, tá Einar Waag, sum hevði útbúgvið seg til bryggjmeistara í München, varð stjóri bert 23 ára gamal. Í 1980 gjørdist aftur loyvt at bryggja sterkari øl í Føroyum, og tað lat upp fyri einum nógv størri vøruúrvali. Fyritøkan kundi nú í størri mun kappast um kundarnar við ymsum øltýpum og styrkjum tó í mesta lagi 5,8 %, og tað broytti fortreytirnar munandi. Við tíðini gjørdist Føroya Bjór tí ikki bara eitt stað, har øl varð bryggjað, men eitt framleiðsluvirki við fleiri vørubólkum og einum alsamt breiðari marknaði.
Meira enn bara øl
Hóast navnið Føroya Bjór fyrst og fremst leiðir tankarnar at øli, fevnir framleiðslan í dag nógv breiðari. Umframt kend ølsløg sum Veðr, Classic, Gull og Slupp framleiðir fyritøkan eisini serøl, árstíðarbundnar vørur og alkoholfríar valmøguleikar. Á sodavatnsøkinum eru Jolly og Sisu millum kendastu nøvnini, men úrvalið fevnir eisini um vatn, tonic, ginger ale, sportdrykkir og aðrar leskidrykkir og saft.
Breiða úrvalið vísir, hvussu Føroya Bjór hevur ment seg frá einum siðbundnum bryggjaríi til eina fyritøku við fleiri ymiskum vørubólkum. Nýggjar vørur eru komnar afturat, meðan tær kendu hava hildið fast í sínum plássi. Júst henda samansetingin av gomlum og nýggjum gongur aftur í allari søguni hjá fyritøkuni.
Samstundis hava nógvar av vørunum eitt týðiligt føroyskt eyðkenni. Tað ger, at Føroya Bjór ikki bara verður kent fyri tað, sum verður framleitt, men eisini fyri tann samleika, sum hevur fylgt fyritøkuni gjøgnum fleiri ættarlið.

Tíggju ár við Einar’s Distillery
Í ár eru tíggju ár liðin, síðan Einar’s Distillery varð sett á stovn. Eftir at lóggávan um at bryggja sterkar løgir var broytt, kom fyrsta Einar’s Akvavitt á marknaðin í 2016, og sama ár vórðu fyrstu tunnurnar við whisky lagdar at búnast. Síðani hevur distillaríið ment fleiri sløg av sterkum løgi, millum annað akvavitt, gin, romm, bittara, jólasnaps, summarsnaps, rabarbulikør og whisky. Tað, sum byrjaði sum ein nýggj grein hjá einari gamlari bryggjarafyritøku, er sostatt eftir tíggju árum vorðið ein týðandi partur av virkseminum.
- Bæði abbi mín og pápi mín, sum báðir itu Einar, høvdu droymt um at framleiða Whisky . Vit hava øll árini havt útgerðina, gerkjallara og føroyska veðrið, ið er vælegnað til whiskyframleiðslu, men lóggávan hevur forðað hesum, greiðir Annika frá.
- Vit fegnast um at kunna hátíðarhalda 10 ár sum pionerar á hesum økinum í Føroyum. Tíggjuáradagurin var eisini hátíðarhildin við einari nýggjari útgávu av Einar’s Whisky. Sambært Anniku Waag hava tey lagt nógva orku í hetta arbeiðið, har tað hevur verið nógv granskað, smakkað og kannað, og nýggja whiskyútgávan varð latin úr hondum í sambandi við ólavsøkuna.
Whiskyframleiðslan hevur longu vakt ans uttan fyri Føroyar. Útgávurnar hava fingið sera góð skotsmál av ummælarum. Ein av útgávunum, Ternan, sum var fimta útgávan í fuglarøðini hjá Einar’s Distillery, fekk 94,5 av 100 stigum og gullheiðursmerki í The Whisky Bible. Ummælarin lýsti whiskyið sum “Liquid Gold”. Talan var um eina útgávu, sum hevði búnað á bourbon- og Oloroso sherry-føtum, og hjá Einar’s Distillery varð viðurkenningin mett sum ein stórur heiður.
Viðurkenningin hevur givið Einar’s Distillery størri ans uttan fyri Føroyar og er samstundis ein staðfesting av, at føroyskt whisky kann standa seg í altjóða kapping. Tað serliga er ikki bara sjálv vøran, men eisini upprunin. Whisky framleitt í Føroyum er framvegis nakað sjáldsamt, og tað hevur verið við til at skapa áhuga fyri bæði distillarínum og Føroya Bjór.
Ferðafólk hava fingið eyguni upp fyri Føroya Bjór
Men tað eru ikki bara dómarar og whiskyáhugað uttanlands, sum hava fingið eyguni upp fyri vørunum. Sambært Anniku Waag merkir Føroya Bjór eisini ein vaksandi áhuga frá ferðafólkum, sum koma til Føroya. Alsamt fleiri vitjandi leita inn á virkið og eftirspyrja føroysku vørurnar, og serliga whisky. Fyri ferðafólk er ein fløska av føroyskum whisky ikki bara ein drykkivøra, men eisini ein vøra við einari staðbundnari søgu, sum kann takast við heim úr Føroyum.
Føroya Bjór hevur eisini gjørt sjálva søguna og framleiðsluna til part av upplivingini hjá vitjandi. Virkið bjóðar rundferðir, har gestir fáa innlit í bæði bryggjaríið og Einar’s Distillery, hoyra um meira enn 138 ára gomlu bryggjarasøguna og kunnu royna bæði øl og whisky. Á rundvísingunum verður eisini komið inn á søguna hjá familjuni, og soleiðis verða fyritøka, familjusøga og vørur knýtt saman í eina uppliving.
Hetta kann gerast ein áhugaverdur partur av framtíðini hjá Føroya Bjór. Ferðavinnan í Føroyum gevur fyritøkuni ein møguleika at møta kundum, sum annars ongantíð høvdu komið fram við føroysku vørunum, og hetta er eisini ein háttur at fáa søguna um Føroya Bjór út um landoddarnar.
Innovatión og traditión
Tá Annika Waag skal lýsa, hvat eyðkennir Føroya Bjór, eru tvey hugtøk serliga hóskandi: innovatión og traditión. Tey kunnu tykjast vera mótsetningar, men hjá Føroya Bjór ganga tey hond í hond. Fyritøkan vil halda fast í góðskuni, tí siðbundna samleikanum, søguni og teimum vørunum, sum føroyingar hava kent í nógv ár, men samstundis skal hon eisini mennast. Nýggjar vørur skulu roynast, framleiðslan skal dagførast, og nýggir marknaðir skulu finnast. Tað er ikki ein spurningur um annaðhvørt at varðveita tað gamla ella skapa tað nýggja, men um at gera bæði í senn.
Júst Einar’s Distillery er kanska greiðasta dømið um hesa hugsan. Føroya Bjór hevur ikki slept ølinum, sodavatninum ella veðrinum á etikettini fyri at fara undir whiskyframleiðslu. Í staðin er eitt nýtt virksemi lagt afturat tí gamla. Á sama hátt kunnu klassisku vørurnar standa lið um lið við nýggjum ølsløgum, cider, alkoholfríum vørum og sterkum løgi. Tað er ein menning, sum byggir á tað, ið longu er til, heldur enn at venda fortíðini bakið.
Men maskinur, uppskriftir og góðar rávørur gera ikki eina fyritøku einsamøll. Annika Waag leggur eisini dent á týdningin av teimum nógvu góðu og dugnaligu starvsfólkunum, sum eru partur av virkseminum. Tað eru tey, sum dagliga fáa framleiðslu, góðsku, sølu og menning at hanga saman. Í einari familjufyritøku við so langari søgu er tað tí ikki bara familjan, sum hevur borið fyritøkuna fram, men eisini tey fólk, sum gjøgnum árini hava arbeitt á virkinum og bygt sína vitan og royndir upp har.
Tá Símun í Vági bryggjaði fyrsta ølið í kjallaranum í Klaksvík í 1888, kundi hann neyvan ímynda sær, at fyritøkan einaferð skuldi framleiða føroyskt whisky, fáa altjóða heiðursmerkir og taka ímóti ferðafólkum, sum koma til Klaksvíkar at uppliva eitt føroyskt bryggjarí og distillarí. Men grundhugsanin er kortini løtt at kenna aftur: at gera góðar vørur í Føroyum og samstundis tora at royna nakað nýtt. Meira enn 138 ár eftir byrjanina stendur Føroya Bjór tí við einum beini í søguni og hinum í framtíðini. Tað er júst í samanspælinum millum innovatión og traditión, at fyritøkan ætlar at halda fram.