info
Ongi úrslit

Ummæli: Vit skiltu ikki orðini – men vit skiltu Rasmus Lyberth

»Eg syngi ongantíð við mínum kenslum, men tað eru tykkara sansir, sum taka ímóti«

Fríðálvur A. Jensen
13. september 2026 kl. 12:50

Tað var júst tann kenslan eg og abbasonurin fóru heim við, tí vit merktu hesa kensluna – at vit skiltu ikki stórvegis av tekstinum, men upplivingin var framúr!

Rasmus segði, at hann tók valið at syngja á grønlendskum, tí tað var júst í tí grønlendska hann vildi leggja orkuna og fáa hetta ført víðari út í heimin.

Eg var ikki í iva, tá uppslagið kom um, at nú fekk eg møguleikan at hoyra hann live, tí Rasmus Lyberth hevur altíð verið har, so eg gleddi meg til konsertina.

Hann sjálvur sigur, at tað var av eini tilvild, at hann bleiv tónleikari, tí hann hevur ikki nakra tónleikaliga útbúgving ella nakað tílíkt, men sigur tað var eitt slag av eini ”opinbering”, at hann fyri mongum árum síðani valdi tónleikaligu kósina.

Sigur eisini, at hansara tónleikur er komin rættiliga víða um í heiminum, so sjálvt í norðurkorea hevur forsetin har møguleikan at seta seg at lurta.

Tað, sum beinanvegin merkti konsertina var, at alt varð sungið á grønledskum, men hevði Rasmus eisini frálíkar frásagnir um sangirnar og annað á donskum, sum gjørdi hesa løtuna nærverandi og fjálga.

At hoyra hesa frálíka røddina við sínum fram úr guitarspæli, fekk meg at føla eina kenslu at hoyra til og at løtan var ognað mær og okkum.

Tá hann so peikaði út til eina eldri grønlendska kvinnu, sum hann segði hevði verið barnagenta hjá sær, gav bara løtuni enn meira kenslu av nærveru, tí á pallinum stóð ein trubadurur og legenda, sum hevur lagt so nógv gott eftir seg!

”DON´T MAKE  WAR IN THE WORLD ANYMORE”

Í eini serligari støðu kom henda yvirskriftin til hansara, tí hann følir henda heimin so serligan og viðkomandi, at tað skuldi verða ein boðskapur til heimsins leiðarar um, at her eiga vit at liva í nærveru og samleika og ikki í kríggi og hatri.

Aftur her var sjálvur mátin hann legði fyri dagin so rámandi og viðkomandi, at eg føldi hesa kensluna, at um eg ikki skilti orðini, so var sjálvur boðskapurin so viðkomandi at eg varð tikin við – STÓRT!

Tað var eisini eitt serligt, at hann í onkrum sangi segði út til okkara, at vit kundu syngja við, sum eg eisini legði merki til, at omanfyri nevnda kvinnan eisini gjørdi.

Eg kom til hesa frálíku konsertina við eini vón um uppliving og undirhald, sum Rasmus Lyberth so sanniliga livdi upp til – SERA GOTT!

Fríðálvur A. Jensen

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

Í gjár kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Stór mótmælir um alt Týskland

14 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bæði abbi og pápi droymdu um at gera whisky

40 minuttir síðan
Tíðindi

Svøríki velur í dag – SD kann koma í stjórn fyri fyrstu ferð

1 tími síðan
Tíðindi

Hugskotið kom eina nátt í andvekri

2 tímar síðan
Tíðindi

Fýra skuld­set­ing­ar í bý­num og ein tik­in fyri rús­drekka­koyring

3 tímar síðan
Tíðindi

Uppfarandi maður handtikin í býnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Skipið vitjaði í Havn – fáar vikur seinni vóru 40 menn deyðir

5 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ hevur størstu favorittstøðuna

7 tímar síðan
Tíðindi

Stór mótmælir um alt Týskland

14 tímar síðan
Tíðindi

Vilja útflyta grønlendskt vatn við tangaskipi

15 tímar síðan
Hondbóltur

Joan Johannesen var aftur toppskjútti hjá KA/Þór

16 tímar síðan
Fótbóltur

Markus var tvífaldur málskjútti

16 tímar síðan
Hondbóltur

Elias vann á Vilhelm í týsku Bundesliguni

17 tímar síðan