Bókin Ferðin til Kongurvág, snýr seg um Ólav sum er plágaður av marru um náttina, og tí torir hann illa í song.
Eina nátt endar Ólavur í Kongurvág, og skal berjast ímóti marruni fyri at sleppa av við hana.
Til hjálpar hevur Ólavur ein eiturkopp, men sum so mong onnur, er Ólavur ikki heilt álvuligur við eiturkoppar.
- Tað eru nógv sum ikki dáma eiturkoppar og halda at teir eru vemmiligir. Ofta er tað ein órationell ræðsla fyri einum evarska lítlum djóri, sum á ongan hátt kann gera okkum, sum búgva í Føroyum nakað. Ólavur heldur tað sama um eiturkoppin, sum mamma hansara, og ofta føra vit óttan fyri onkrum víðari til okkara børn, sigur Urd Johannesen.
Men so hvørt Ólavur og eiturkoppurin ferðast saman og møta vandum, gerst sambandið teirra millum alsamt betur.
- Sambandið ímillum teir báðar varpar ljós á, at tað eru ting í náttúruni, sum kanska hava nakað meira í sær enn tað, vit við okkara menniskjafatan megna at síggja .
Kongurvág er gamalt orð fyri lokkanet, og í bókini er Kongurvág ríkið hjá eiturkoppunum. Har er litfagurt, og landslagið líkist tí føroyska, men har eru eisini trø, ævintýrkendar verur og ókendir vandar.
- Men tá ein marra fer ígjøgnum hendan heimin í Kongurvág skeiklast javnvágin. Hetta er nakað sum vit eisini kenna í dag, tað kann vera fólkasløg og djórasløg, sum liva í frið og náðum, men síðani er okkurt, sum skeiklar javnvágina.
Eingin veit hví vit droyma
Urd Johannesen hevur fyri tað mesta skrivað yrkingar, Ferðin til Kongurvág, er hennara fyrsta barnabók, men tað var ongantíð ætlanin at geva barnabók út. Hugskotið til søguna, kom eina náttina tá Urd Johannesen lá við andvekri.
- Eg lá og hugsaði um, at tað kann taka langa tíð at leggja summi børn at sova, og tað kunnu vera ymiskar orsøkir, eitt nú tí tey eru ótrygg, einsamøll, ella bara vilja hava nærveru.Vit kenna frá okkum sjálvum, hvussu tað er at vakna við marru. Ofta er myrkt í kamarinum, kroppurin er stívur og ófrættakendar kenslur festa seg í sinnið.
Urd Johannesen heldur at bæði marrur og dreymar eru spennandi evnir at viðgera.
- Eingin tykist hava endaligt svar uppá, hví vit droyma, tað eru ymiskar teoriir, og vit vita nakað um, hvussu vit uppliva dreymar, men í veruleikanum vita vit lítið um dreymaverðina, og tað haldi eg vera hugtakandi.
Tann sum hevur marruna, má fara ígjøgnum hana einsamallur, og tí helt Urd, at tað var áhugavert at ímynda sær, at onkur var til hjálpar hjá barninum, sum hevði marru.
- Hesa andvekurnáttina lá eg og grunaði yvir, hvat kundi verðið til hjálpar í einum kamari? Eiturkoppar eru heilt sikkurt har, um vit síggja teir ella ikki, og soleiðis kom hugskotið at lata hesa lítlu veruna hjálpa Ólavi og geva honum dirvi.
##med2##
Bókin snýr seg um at standa andlit til andlits við óttan. Tað kann vera neyðugt at kenna ótta, fyri at taka skilagóðar avgerðir, men ótti kann eisini vera avmarkandi. Bókin nemir eisini við sakn og setir spurnartekin við, hvat er veruligt, og hvat er ímyndað av tí, sum Ólavur upplivir.
Gleðist um at forlagið tekur barnabøkur í álvara
Hugskotið til bókina um Ólav, og ferð hansara til Kongurvág fekk Urd fyri fýra árum síðani. Fyrst hugsaði hon, at hetta skuldi vera ein stutt barnabók, við myndprýðing. Urd sendi Bókadeild Føroya lærarafelags fimm síður. Á Bókadeildini vóru tey forvitin at hoyra meira um heimin í Kongurvág.
- Tey spurdu um eg ikki kundi skriva meira um tað, soleiðis at tað bleiv eitt føroyskt ævintýr. Tað helt eg vera eina stuttliga avbjóðing, tí ævintýr eisini hava ein ávísan frymil at halda seg til.
Søgan vaks úr fimm síðum til eitt longri handrit, sum Urd hevur arbeitt við síðani. Fleiri broytingar eru gjørdar, og nógv hugskot eru slept. Urd hevur skrivað afturat sínum fulltíðarstarvið, og tí hevur tað tikið nakað av tíð at fáa bókina lidna.
- Tað er gott at geva sær góða tíð, at lata handritið liggja eina løtu, og tá tú kemur aftur til tað, lesur tú við nýggjum eygum.
Urd Johannesen heldur, at tað er munur á at skriva yrkingar og barnabøkur, tí tá hon skrivar yrkingar fyriheldur hon seg bara til seg sjálva.
- Tann røddin kemur fyrst og fremst innanífrá, men her má eg eisini hava børnini í huga, tað eru nógv atlit at taka, og børn eru avgjørt ikki tann lættasti málbólkurin at skriva til, tey eru kræsnir lesarar og eru avgjørd um, hvat tey dáma og ikki dáma.
Tí er Urd glað fyri ritstjórarnar sum hon hevur arbeitt saman við á Bókadeildini, tilgongdin hevur verið góð.
- Eg havi følt meg ógvuliga hepna at hava ritstjórar í heila tikið, og at hava eitt forlag sum tekur barnabøkur í álvara. Tey hava eggjað mær til, sett spurningar sum hava givið mær íblástur, og hava lagt mær lag á, og tí hevur tilgongdin verið stuttligt og mennandi.
Urd Johannesen vónar, at børn fara at halda bókina vera spennandi, og at hon fer at liggja á onkrum náttborði. Hon hevur roynt at skriva eina bók, sum børn skulu tíma at lesa, kanska serliga dreingir, tí tá teir koma í ein ávísan aldur, hava teir lyndi til at leggja bókina á hillina. Tí er søgugongdin ferðmikil og spennandi.
- Eg havi lagt meg eftir, at hetta ikki skal vera sosialrealisma. Her eingin peikifingur, ella moralur, hetta skal fyrst og fremst vera ein góð lesiuppliving, og kanska børnini kunnu kenna seg aftur í onkrum kenslum, ella seta onkrar spurningar, heldur enn at fáa svar.
Silja Eystberg hevur myndprýtt bókina, og tað hevur verið eitt gott samstarv.
- Vit hittust fyrstu ferð á Bókadeildini saman við ritstjórunum, og tað fyrsta hon segði var, at hon elskaði eiturkoppar, og vísti okkum eina tatovering av einum eiturkoppi, tá hugsaði eg at hetta kann ikki ganga heilt galið.
Urd og Silja hava samskift aftur og fram, og Urd er glað fyri endaliga úrslitið.
- Bókadeildin var eisini við í tilgongdini um myndprýðing, eg sendi Silju myndir av litum, stemningum, landsløgum, blómum og eisini andlitum, sum eg helt riggaðu til drongin, og síðani fór hon í gongd. Eiturkoppurin er bæði fittur og ólekkur, hann broytist eitt sindur ígjøgnum søgugongdina, og tað hevur hon fangað ótrúliga væl.