Um borgarligi blokkurin vinnur, kann tað fyri fyrstu ferð enda við, at høgravendi Sverigedemokraterna fáa sess í sjálvari stjórnini. Higartil hava teir stuðlað stjórnini hjá Ulf Kristersson uttan at hava havt ráðharrar. Reuters lýsir hetta sum ein av heilt stóru spurningunum á valdegnum.
Kappingin er sera tøtt. Seinasta veljarakanningin hjá Sveriges Radio gav andstøðuni – Socialdemokraterna, Vänsterpartiet, Miljöpartiet og Centerpartiet – 50,8 prosent, meðan stjórnarflokkarnir saman við Sverigedemokraterna fingu 47,6 prosent.

Socialdemokraterna hjá Magdalenu Andersson standa til at gerast størsti flokkur við 28,6 prosentum í hesi kanningini. Tað er tó minni enn flokkurin fekk á valinum í 2022.
Ein serligur spenningur hevur verið um Liberalerna. Flokkurin hevur leingi ligið undir fýra-prosent-markinum, men í seinastu kanningini vóru tey komin heilt upp á 5,4 prosent. Sveriges Radio vísir á, at taktiskar atkvøður kunnu vera ein orsøk. Tað kann fáa avgerandi týdning fyri, um Ulf Kristersson kann varðveita valdið.
Vallhølini lata aftur klokkan 20 svenskantíð, og fyrstu valhøliskanningarnar verða væntaðar tá.