info
Ongi úrslit

Fýra skuld­set­ing­ar í bý­num og ein tik­in fyri rús­drekka­koyring

Tveir menn komu í hornatøkur á einum diskoteki, ein annar helt miðfingurin skuldi vísast løgregluni, og í Hoyvík varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Eirikur Lindenskov
39 minuttir síðan

Seinni parturin av náttini gav løgregluni fleiri mál í Havn.

Beint fyri klokkan fýra varð ein patrulja send á eitt diskotek, har tveir persónar vóru komnir í hornatøkur.

Talan var ikki um álvarsligan harðskap, men báðir vórðu skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Um somu tíð steðgaði løgreglan einum bili í Hoyvík. Bilførarin varð biðin um at blása, og royndin vísti, at hann hevði meira alkohol í blóðinum enn loyvt er. Hann varð tí skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Um hálvgum fimm tíðina var aftur eitt mál í miðbýnum. Har helt ein maður, sambært løgregluni, at hann skuldi vera grovur og rætta longutong móti løgreglufólkunum.

Tað gjørdist ein dýrur fingur, tí tað endaði við einari bót upp á 1.500 krónur.

Samanumtikið vóru fýra skuldsetingar fyri brot á skilhaldsreglurnar í nátt. Ein persónur varð handtikin, og harumframt varð ein bilførari skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

 

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

Í gjár kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. sepember kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

Í gjár kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. sepember kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

11. sepember kl. 07:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Uppfarandi maður handtikin í býnum

1 tími síðan
Tíðindi

Skipið vitjaði í Havn – fáar vikur seinni vóru 40 menn deyðir

2 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ hevur størstu favorittstøðuna

4 tímar síðan
Tíðindi

Stór mótmælir um alt Týskland

11 tímar síðan
Tíðindi

Vilja útflyta grønlendskt vatn við tangaskipi

12 tímar síðan
Hondbóltur

Joan Johannesen var aftur toppskjútti hjá KA/Þór

12 tímar síðan
Fótbóltur

Markus var tvífaldur málskjútti

13 tímar síðan
Hondbóltur

Elias vann á Vilhelm í týsku Bundesliguni

13 tímar síðan
Tíðindi

Polar Seafood keypir íslendingarnar út fyri 925 milliónir

14 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann á Team Klaksvík í KÍ-høllini

14 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Kyndil tapti við fýra málum

14 tímar síðan
Tíðindi

Norðan konsert í Ruth Smith savninum

15 tímar síðan