Nakað av fólki var í býnum í Havn í nátt, og løgreglan var úti og vísti seg. Eisini í sambandi við virksemið við Tjarnir var løgreglan á ferð.
Um klokkan 23 gjørdist ein patrulja varug við ein mann, sum var uppfarandi og eitt sindur aggressivur.
Løgreglan fór at tosa við mannin fyri at fáa hann at sissa seg, men tað hjálpti ikki nóg væl. Tá hann helt fram, varð avgerð tikin um at handtaka hann.
Maðurin varð tikin við á politistøðina, har hann hevur gist í brummuni, og varð latin leysur aftur í morgun. Hann fekk bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Løgreglan fekk eisini fráboðan um nógvan larm frá Blábar í miðbýnum. Ein patrulja varð send á staðið, og eftir at løgreglan hevði biðið um at fáa tónleikin dempaðan, varð friðarligt aftur.
– So hoyrdu vit ikki meira um tað, sigur løgreglan.