Sambært skránni til aðalfundin verður skotið upp, at felagið tilsamans fer at rinda 515 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar. Í skránni til aðalfundi stendur soleiðis: „Goldið verður vinningsbýti til partaeigarar felagsins við 8,70 kr. fyri hvørt partabræv, svarandi til eina samlaða upphædd áljóðandi 515 mió. kr. Vinningsbýtið verður útgoldið til teir partaeigarar, sum eru skrásettir í VPS við afturlatingartíð tann 30. apríl 2024. Eftir útgjald av vinningsbýti er flutti vinningurin tilsamans 10.148 mió. kr.
Partabrøv felagsins verða skrásett uttan vinningsbýti frá 2. mai 2024, og skrásetingardagurin (record date) er 3. mai 2024.
Vinningsbýtið verður væntandi útgoldið um 21. mai 2024.”
Nevndarlimir í P/F Bakkafrost verða valdir fyri 1 ár í senn og kunnu veljast aftur. Sambært viðtøkum felagsins skal ein valnevnd gera innstilling til aðalfundin um val av nevndarlimum.
Í nevndini hjá Bakkafrost sita, umframt formannin Rúna M. Hansen, sum verður valdur beinleiðis av aðalfundinum, Guðrið Højgaard, Annika Frederiksberg, Einar Wathne, Øystein Sandvik og Teitur Samuelsen.
Valnevndin hjá Bakkafrost skjýtur upp at Guðrið Højgaard, Annika Frederiksberg, Einar Wathne, Øystein Sandvik og Teitur Samuelsen verða afturvald, umfamt formannin. Harafturat verður skotið upp at velja Alf-Helge Aarskog sum nýggjan nevndarlim. Valnevndin skjýtur eisini upp, at Rúni M. Hansen verður afturvaldur til formann.
Bakkafrost rindar 515 milliónir í vinningsbýti Bakkafrost rindar 515 milliónir í vinningsbýti
Týsdagin verður aðalfundur hjá Bakkafrost. Skotið verður upp, at øll nevndin verður afturvald
Eirikur Lindenskov
20. apríl 2024 kl. 17:55
Mest lisið hesa vikuna
Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?
4. november kl. 23:26
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
3. november kl. 14:11
Signa skrivaði søgu við gullmedalju
4. november kl. 22:29
Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl
3. november kl. 19:57
Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni
5. november kl. 19:54
Elisabeth Petersen vann bilin
3. november kl. 13:50
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Útróður á føroyska landgrunninum
3 minuttir síðan
Tíðindi
Gud gev mær tín frið
9 minuttir síðan
Tíðindi
Politiið sær ofta tilfar sum er gjørt við vitlíki
42 minuttir síðan
Tíðindi
Danmark og Noreg við flestum ófaklærdum lærarum
1 tími síðan
Tíðindi
Ungur bilførari fekk koyriforboð
1 tími síðan
Tíðindi
Atassut fer úr grønlendska landsstýrinum
1 tími síðan
Tíðindi
Zelenskyj: Eg vil ikki lata Donbas frá mær
2 tímar síðan
Hondbóltur
Jóhan hevur spælt 125 landsdystir
2 tímar síðan
Tíðindi
Sálmar við styrki
9 tímar síðan
Tíðindi
Aksel ger útlendskt øl dýrari
9 tímar síðan
Tíðindi
Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland
10 tímar síðan
Tíðindi
Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst
10 tímar síðan