info
Ongi úrslit

Bergsøy vann fyrsta dystin í bestu norsku hondbóltsdeildini

Loksins eydnaðist tað hjá Ova Lützen, Paula Høj og liðfeløgunum at fáa stig til høldar

Heri Á. Simonsen
4. oktober 2026 kl. 18:50

Ovi Lützen, Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy kunnu stórfegnast. Aftaná fimm bummtúrar eydnaðist í sætta dystinum í fyrsta kappingarárinum nakrantíð í bestu norsku hondbóltsdeildini at knógva fyrsta sigurin, og harvið fáa fyrstu stigini. Talan er sostatt um ein søguligan sigur hjá Bergsøy.

Bergsøy vann á útivølli ein góðan 34-28 sigur á Sandnes. Tað gekk framúr hjá Bergsøy í fyrra hálvleiki, og vóru Ovi, Pauli og liðfelagarnir á odda 19-12 í steðginum.

Pauli skoraði trý mál upp á fýra málroyndir. Ovi skoraði eitt mál, men legði upp til fimm mál.

Bergsøy er næstaftast í deildini við tveimum stigum. Sandnes er aftast við ongum stigi.

Liðið sum endar aftast aftaná lokna kapping flytur beinleiðis niður í næstbestu deildina. Liðini sum enda næst- og triðaftast spæla upp- og niðurflytingardystir móti næst- og triðovasta liðnum í næstbestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini.

Komandi sunnudag klokkan 17 spælir Bergsøy fjórðingsfinalu í steypakappingini á heimavølli. Dysturin verður móti Bergen.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

23 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Myndir: Byggja torn úr menniskjum

5 minuttir síðan
Tíðindi

Tannlæknastova í hálva øld

33 minuttir síðan
Tíðindi

Christa Pike liggur framvegis í respiratori

44 minuttir síðan
Tíðindi

Ísrael fer at spæla við svørt­um syrgi­bond­um móti Írlandi

48 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: H71, VÍF og Team Klaksvík vunnu

1 tími síðan
Tíðindi

Smyril framskundar og avlýsir

1 tími síðan
Tíðindi

Farið verður undir berarakanningar í 2027

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 vann móti Neistanum 34 - 32 (16-17)

1 tími síðan
Tíðindi

Góður dagstovnur hevur lagt 15 ár aftur um seg

2 tímar síðan
Tíðindi

Pápi og sonur skotnir til deyðis í Noregi

2 tímar síðan
Fótbóltur

Sara Benjaminsen skoraði tvey mál og var dagsins leikari

3 tímar síðan
Tíðindi

Frá um til hvussu

3 tímar síðan